placeholder
Fótbóltur

Valencia og Roma sigraðu

Italienska liðið er á veg víðari í Champions League; spaniólarnir eru í løtuni frammanfyri United í bólki H.

2018-11-07 19:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir fyrstu fyrstu dystirnir í Champions League í kvøld eru leiktir. 

Valencia greiddi sína skyldu á heimavølli móti Young Boys. Í dystinum í Sveis fyri stuttum fekk spanska liðið bert eitt stig, men í kvøld eydnaðist tað hjá Valencia at vinna aftur og leggja seg á eitt fyribils 2. plássi í bólkinum.

Áleyparin Santi Mina beindi bóltin í málið hjá Young Boys í 14.minutti, men útiliðið var væl við í dystinum og smáar tíggju minuttir fyri tíð javnaði Roger Assale við frálíkari avslutning eftir eina umstilling. Valencia svaraði tó skjótt aftur; aftur var tað Mina eftir eitt frálíkt innlegg úr høgru. Valencia avgjørdi dystin í 2. hálvleiki. Tíggju minuttir inn í hálvleikin avgjørdi Carlos Soler, ið hevði lagt upp til hini bæði málini.

í Moskva var Roma á vitjan. Heimaliðið hevði veruliga tørv á trimum stigum, men tað byrjaði sera ill, tí Kostas Manolas stútaði bóltin í málið aftanfyri Igor Akinfeev í 4.minutti. Málið kom eftir horna frá Kolarov  úr vinstru. Roma var omaná tað mesta av 1. hálvleiki, men stutt fyri hálvleik høvdu russarar góðan møguleika at javna.

Hetta eydnaðist stutt inn í 2. hálvleik, tá 19-ára gamli íslendingurin Arnor Sigurðsson sló til. Fimm minuttir eftir hetta varð hin íslendingurin hjá CSKA, Hørður Magnusson útvístur. Vinstri bakkurin fekk sítt annað gula kort, tá hann feldi eyðsýnda Justin Kluivert. Roma gjørdi sær skjótt dælt av hesum; um tíman avgjørdi Lorenzo Pellegrino dystin. Harvið er Roma nær við at spæla sær víðari, meðan tað sær tungt út hjá CSKA.

Nú klokkan 20.00 fara seks dystir í gongd.

Bólkur E
Ajax 7
Bayern 7
Benfica 3
AEK Athen 0

20.00: Bayern - AEK
           Benfica - Ajax

Bólkur F
Manchester City 6
Lyon 5
Hoffenheim 2
Shakhtar 2

20.00: Lyon - Hoffenheim
           Manchester City - Shakhtar

Bólkur G:
AS Roma 9
Real Madrid 6 
CSKA Moskva 4
Viktoria Plzen

CSKA Moskva - Roma 1-2 (0-1)
20.00: Plzen - Real Madrid

Bólkur H: 
Juventus 9
Valencia 5
Manchester United 4
Young Boys 1

17.55: Valencia - Young Boys 3-1 (2-1)
20.00: Juventus - Manchester United
  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder