Hondbóltur

Valur og Afturelding vunnu í sínum fyrstu fjórðingsfinalunum

Samanlagt tólv "føroyingamál" frá Bjarna í Selvindi, Allani Norðberg og Halli Arason. Teir báðir fyrrnevndu vóru við at vinna greitt á Jóhannesi Bjørgvin, sum eisini kom á máltalvuna.

Hallur Arason til upphiting við Tjarnir herfyri. Kvívíkingurin var í landsliðshópinum til dystirnar móti Niðurlondum - fyri fyrstu ferð í tvey ár. Í gjár skoraði Hallur fimm mál í sínum fyrsta endaspælsdysti í Íslandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hallur Arason til upphiting við Tjarnir herfyri. Kvívíkingurin var í landsliðshópinum til dystirnar móti Niðurlondum - fyri fyrstu ferð í tvey ár. Í gjár skoraði Hallur fimm mál í sínum fyrsta endaspælsdysti í Íslandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-06 08:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Øll trý "føroyingafeløgini" í Íslandi spældu í gjár sínar fyrstu fjórðingsfinalur í endaspælinum.

Valur og Afturelding spældu ímóti hvørjum øðrum. Liðið hjá Allani Norðberg og Bjarna í Selvindi var favorittur móti Stjarnuni og Jóhannesi Bjørgvin, og tað endaði 30-21 á Hlíðarenda í Reykjavík.

Landsliðsspælaranir, sum báðir eru uppvaksnir í StÍF, skoraðu samanlagt sjey mál fyri Val: Bjarni fýra og Allan trý. Jóhannes Bjørgvin skoraði eitt fyri gestirnar. Tað var í 2. hálvleiki, at heimaliðið veruliga fór frá.

[object Object]
Bjarni í Selvindi spældi í gjár sín fyrsta endaspælsdyst í Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)

Í Mosfellsbær, stutt úr Reykjavík, gjørdi fyrrverandi VÍF-liðfelagin hjá Jóhannesi Bjørgvin bart: Hallur Arason skoraði fimm mál í sínum fyrsta endaspælsdysti í íslendskum hondbólti, sum lið hansara vann 32-30 á ÍBV. Hallur fekk eisini eina útvísing í dystinum, har Afturelding annars var aftanfyri í steðginum.

26-ára gamli hartskjótandi høgri bakkurin úr Kvívík var í landsliðshópinum til dystirnar móti Niðurlondum. Hann og 22-ára gamli hoyvíkingurin Sveinur Olafsson eru liðfelagar í Afturelding. Sveinur spælir so at siga bert í verjuni.

Úrslitini í gjár merkja, at tey bæði feløgini við tveimum føroyingum hvør, kunnu vinna sær hálvfinalupláss við sigrum á útivølli týskvøldið. Annars verður neyðugt við trimum fjórðingsfinalum.

Fjórðingsfinalur í Íslandi við føroyskum spælarum:

Dystir nummar eitt - í gjár, leygardagin 5. apríl: 
Valur – Stjarnan 30-21 (14-12)
Bjarni í Selvindi fýra mál, Allan Norðberg trý mál - Jóhannes Bjørgvin eitt mál

Afturelding – ÍBV 32-30 (13-14)
Hallur Arason fimm mál - Sveinur Olafsson hevði leiklut í verjuni

Týsdagin 8. apríl - kl.20.30:
Stjarnan (0) – Valur (1)
ÍBV – Afturelding

Tøl: hsi.is

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder