Í øllum førum ein føroyingur skal spæla evropeiskar hálvfinalur skjótt. Hetta gjørdist greitt í gjárkvøldið, tá Valur væl og virðiliga gjørdi arbeitt og liðugt í European Cup fjórðingsfinalunum í gjárkvøldið.
Valur hevði vunnið við einum máli í fyrra fjórðingsfinaluni, sum var í Bukarest, og í eftir fyrra hálvleik í fullsettu høllini í Reykjavík var so at siga eingin ivi: Tað var 21-12 til íslendska liðið, ið vann 36-30 í seinna dystinum.
Allan Norðberg hevði eitt skot av høgra vongi ta løtuna, ið føroyski landsliðsvongurin spældi. Hetta skoraði 30-ára gamli strandingurin eisini trygt uppá.
Tað vóru serliga heilt royndu Alexander Petterson og Björgvin Páll Gustavsson, sum gjørdu bart. Bakkurin varð toppskjútti við átta málum, og málverjin bjargaði heili 19 ferðir (hevði 42 prosent)
Valur - Steaua Bukarest 36:30 (72:65 samanlagt)
Sigurin merkir, at Allan og teir skulu spæla hálvfinalu í seinnu hálvu av apríl. Tað verður aftur móti rumenskari mótsstøðu: CS Minaur Baia Ma. Liðið vann samanlagt á eysturríkska Bregenz í sínari fjórðingsfinalu.
Fyrra hálvfinalan hjá Vali verður leygardagin 20. apríl á heimavølli. Seinni dysturin er á skránni eina viku seinni í Rumenia.
Týsdagin skulu Óli Mittún og Hákun West av Teigum royna at spæla seg í fjórðingsfinalurnar í European League týsdagin - Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel eru fjórðingsfinalunum í Champions League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald