Hondbóltur

Valur vendi dystinum og kom víðari

Allan Norðberg og liðfelagirnir vóru í trupulleikum í torføru umstøðunum í Serbia men vunnu at enda við tveimum málum. Harvið er 1/4-finala í European Cup á skránni skjótt.

Nógvur larmur og aftanfyri við fimm málum einaferð. Útiliðið vísti tó styrki, og Allan Norðberg og teir vunnu 30-28 á gamla jugoslaviska/serbiska  stórfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)

Nógvur larmur og aftanfyri við fimm málum einaferð. Útiliðið vísti tó styrki, og Allan Norðberg og teir vunnu 30-28 á gamla jugoslaviska/serbiska stórfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-17 21:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Valur spældi í kvøld seinnu áttandapartsfinaluna í European Cup. Hon var í serbiska býnum Sabac, har fyrrverandi stórfelagið RK Metaloplastika tók ímóti,

Felagi var nærum einaráðandi í sterku jugoslavisku deildini og vann eisini Champions League tvær ferðir á rað. Í løtuni er Metaloplastika nummar tvey í serbisku deildini, og í kvøld var full høll og villur stemningur í Sabac. Allan Norðberg greiður frá, at eini 8 Vuvuzela-horn vóru nærum beint í oyrunum allan 2. hálvleik.

Tað var tó júst út á seinna hálvleiki, at Valur vendi dystinum. Tað endaði 27-26 í fyrra dystinum í Reykjavík, men í steðginum í kvøld var 16-12 til Metaloplastika og harvið minus 3 samanlagt til Allan og teir.

Tað sá heldur einki út, tá eini tjúgu minuttir eftir, men so kom verulig gongd á hjá Vali. Sambært strandinginum, sum Portalurin hevur tosað stutt við, so rann útiliðið heimaliðið niður. 

Tvær reisur skoraði Valur trý mál á rað, og tað endaði við, at íslendska liðið eisini vann hendan seinna dystin. Tað var við tveimum málum, 28-30. Føroyski landsliðsvongurin skoraði eitt mál í Serbia í kvøld.

Samanlagt var munurin trý mál, og einaferð í næstu viku verður greitt, hvørjum Valur skal spæla ímótí í fjórðingsfinalunum. Allan Norðberg er eisini við at kappast um íslendska meistaraheitið og fegnast um avbjóðingina, ið man fær við felagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder