Fótbóltur

Van Dijk og Liverpool vunnu Carabao Cup

Fyrsta steypið í seinasta kappingarárinum hjá Klopp kom til høldar eftir longda leiktíð. Liðformaðurin skoraði eisinamalla málið móti Chelsea á Wembley.

Klopp og hansara menn kunnu fegnast eftir eina langa finalu. Eitt mál hjá Van Dijk í vanligu leiktíðini varð kolldømt eftir VAR-kanning, men í 118.minutti stútaði hann aftur bóltin í málið hjá Chelsea (Mynd: EPA)

Klopp og hansara menn kunnu fegnast eftir eina langa finalu. Eitt mál hjá Van Dijk í vanligu leiktíðini varð kolldømt eftir VAR-kanning, men í 118.minutti stútaði hann aftur bóltin í málið hjá Chelsea (Mynd: EPA)

2024-02-25 18:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta steypið í enskum fótbólti 2024 endar í Liverpool. Hetta er greitt eftir Carabao Cup/League-cup finaluna, sum var spæld seint seinnapartin á Wembley.

Einki mál kom fyrstu 90 minuttirnar, sum annars vóru undirhaldandi og feðrmiklir, og harvið varð neyðugt við longdari leiktíð fyri at finna vinnaran millum Chelsea og Liverpool. Tað var, tá liðini hittust í League Cup finaluni í 2022. Tá endaði tað eisini við brotssparkskapping, men liðformaðurin hjá Liverpool syrgdi fyri, at hetta ikki varð neyðugt í dag.

Ryan Gravenberch fór út við skaða eftir ógvusliga takkling frá Moises Caicedo í fyrra hálvleiki. Salah, Nunez, Alexander-Arnold, Alliston og Jota eru millum teir spælararnir, sum longu eru á skaðalistanum hjá Liverpool. Tí vóru fleiri meira óroyndir á vøllinum, tá alt skuldi avgerðast í dag. 

Tað var mest royndi spælarin, ið steig fram - ella leyp uppfrá. Virgil Van Dijk var dagsins maður í finaluni í 2022, og niðurlendingurin stútaði bóltin í málið hjá Chelsea, tá ein tími varð spældur í dag. Eftir VAR-kanning varð málið tó kolldømt: Endo stóð í rangstøðu og forðaði Chelsea-verjuleikara í at hjálpa til at dekka upp.

[object Object]
Virgil Van Dijk vísti sína styrki í luftuni á Wembley. Eitt mál hjá verjuspælaranum í vanligu leiktíðini varð kolldømt eftir VAR-kanning, men í 118.minutti stútaði hann aftur bóltin í málið (Mynd: EPA)

Tá Van Dijk skallaði bóltin framvið Petrovic í 118.minutti, kundi rangstøða ikki dømast. Talan var um hornaspark úr høgru frá Kostas Tsimikas. 32-ára gamli miðverjin var fyrstur og stýrdi bóltinum flott í málið.

Tað endaði 1-0 á Wembley. Bæði liðini høvdu havt stórar møguleikar at avgera finaluna frammanundan, men nú gjørdu nummar fýra tað fyri Liverpool. Hetta er tíggjundi ferð, at Liverpool vinnur kappingina - flest av øllum - og talan er um áttanda steypið samanlagt undir Jürgen Klopp.

Tað er møguliga tað síðsta, tí at týski venjarin gevst í felagnum í summar. Liverpool er tó á odda í Premier League, er í áttandapartsfinaluni í Europa League og framvegis í FA Cup, so møguleikarnir eru fleiri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder