Fótbóltur

Van Gaal hevur tikið sín hóp út

Niðurlond vunnu sær ikki luttøku til HM fyri fýra árum síðani - í 2014 endaðu Van Gaal og hansara menn við bronsuheiðursmerkjum. Gini Wijnaldum er ikki tøkur til endaspælið vegna skaða.

71-ára gamli venjarin stendur fyri triðju ferð á odda fyri

71-ára gamli venjarin stendur fyri triðju ferð á odda fyri "Oranje". Liðið er í bólki á A saman við Katar, Ekvador og Senegal

2022-11-12 17:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan er um eitt niðurlendskt landslið, ið hevur eina áhugaverda samanrenning av heilt royndum leikarum sum Virgil Van Dijk, Daley Blind, Stefan de Vrij, Memphis Depay, Luuk de Jong og so 39-ára gamla Ajax-málverjan Remko Pasveer, ungum spennandi leikarum so sum Jurrien Timber, Tyrell Malacia, Cody Gapko og Xavi Simons, umframt leikarum ið "liggja ímillum" og hava prógvað seg í stórum deildum og/ella stórum altjóða kappingum: Matthijs de Ligt, Nathan Aké, Denzel Dumries og Frenkie de Jong.

Louis van Gaal fekk ikki pláss fyri miðverjanum Sven Botman, ið hevur staðið seg væl í Newcastle ella unga Ryan Geavenberch úr Bayern München. Royndu málverjarnir Cillesen og Krul, ið vit kenna frá millum annað undanfarnum endaspølum, eru heldur ikki við.

Spurningurin er so eisini, hvussu stórur saknur verður í liðformanninum Gigi Wijnaldum. 34-ára gamli miðvallarin hevur spælt 86 dystir og skorað 26 mál fyri land sítt, ið hann hevur verið ein moturur fyri í nógv ár, men hann fekk eitt beinbrot í august, stutt eftir at hann var komin til Roma. 

Wijnaldum er harvið ikki tøkur, nú Niðurlond aftur skulu royna seg í einum HM-endaspælið Tað kiksaði við undankappingina til HM 2018, men hesaferð eydnaðist tað, og nú skulu Van Gaal og hansara menn skulu royna at betra um triðja plássið, ið landið fekk í Brasil í 2014. Hetta er triðji ferð at nú 71-ára gamli venjarin stendur á odda fyri heimlandi sínum.

[object Object]
Van Gaal og Van Persie høvdu nógv at fegnast um í Brasil fyri átta árum síðani


Her er hópurin, ið hann hevur tikið út: 

Málverjar: Justin Bijlow (Feyenoord), Remko Pasveer (Ajax), Andries Noppert (SC Heerenveen)

Verjuleikarar: Virgil van Dijk (Liverpool), Nathan Aké (Manchester City), Daley Blind (Ajax), Jurriën Timber (Ajax) Denzel Dumfries (Inter), Stefan de Vrij (Inter), Mathijs de Ligt (Bayern München), Tyrell Malacia (Manchester United) og Jeremie Frimpong (Bayer Leverkusen)

Miðvallarar: Frenkie de Jong (FC Barcelona), Steven Berghuis (Ajax), Davy Klaassen (Ajax), Kenneth Taylor (Ajax), Teun Koopmeiners (Atalanta Bergamo), ), Marten de Roon (Atalanta Bergamo), Cody Gakpo (PSV), Xavi Simons (PSV)

Áleyparar og vengur: Memphis Depay (FC Barcelona), Steven Bergwijn (Ajax), Vincent Janssen (Royal Antwerp FC), Luuk de Jong (PSV), Noa Lang (Club Brugge), Wout Weghorst (Beşiktaş JK)

Niðurlond leggja út um níggju dagar (mánadagin 21. november), tá Senegal - møguliga uttan Sadio Mané - er á skránni. Hini liðini í bólki A eru vertirnir Katar og Ekvador.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder