Fótbóltur

van Nistelrooy tekur fyribils yvir í United

Erik ten Hag hevur nú fingið sekkin.

Erik ten Hag. Ósigurin móti West Ham í gjár er helst orsøkin til, at hann nú er fyrrverandi venjari í Manchester United (Mynd: EPA)

Erik ten Hag. Ósigurin móti West Ham í gjár er helst orsøkin til, at hann nú er fyrrverandi venjari í Manchester United (Mynd: EPA)

2024-10-28 12:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Erik ten Hag er ikki longur venjari í enska stórfelagnum Manchester United.

Felagið hevur í dag boðað frá, at niðurlendingurin ikki longur “er venjari hjá fyrsta liðið hjá felagnum”.

- Vit eru takksom fyri alt, ið Erik hevur gjørt í tíðini saman við okkum og ynskja honum alt tað besta í framtíðini, skrivar Manchester United í fráboðanini.

Tað verður ístaðin ein annar niðurlendingur, fyrrverandi leikarin Ruud van Nistelrooy, sum í summar kom sum hjálparvenjari í felagnum, sum fyribils tekur sær av venjingini til nýggjur venjari er funnin, verður sagt.

Erik ten Hag kom til Manchester United í apríl 2022 og vann tvey steyp fyri felagið: Carabao Cup í 2023 og FA Cup í 2024.

Manchester United tapti í gjár 2-1 móti West Ham United og liggur í løtuni á 14. plássi í Premier League 

[object Object]
Hjálparvenjarin og fyrrverandi stórskjúttin í Manchester United, tekur sær fyribils av venjingini (Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder