Víkingaleikararnir kunnu so smátt byrja at ynskja KÍ-leikarunum tillukku við FM. Tí klaksvíkingar eru nú sera nær við at tryggja sær meistaraheitið.
Ein 2-1 sigur í dag móti nummar tvey í deildini, Víkingi, hjálpti væl, og KÍ er nú 12 stig fremst, og bert fimtan stig eru eftir at spæla um. Tað skal sostatt vilja ikki til, um FM ikki kemur í hús longu næsta umfar ella beint eftir landsliðssteðgin.
Víkingur legði seg annars á odda við einum stútara frá Jákupi Johansen í 48. minutti. Lítla løtu seinni javnaði René Shaki Joensen eftir trunkaspæl í víkingabrotsteiginum. Í 77. minutti tryggjaði Árni Frederiksberg sigurin við vøkrum frísparki beint uttanfyri brotsteigin.
Tveir aðrir dystir vórðu leiktir seinnapartin. Á Argjum vann B36 5-0 á AB, og í Sørvági vann HB 4-0 á 07 Vestur.
Klokkan 18 verður botndystur á Skála, har NSÍ er á vitjan.
Úrslit í 22. umfari
Víkingur - KÍ 1-2 (0-0)
48’ Jákup Johansen 1-0
51’ René Shaki Joensen 1-1
77’ Árni Frederiksberg 1-2
AB - B36 0-5 (0-3)
15’ Rasmus Nissen 0-1
20’ Michal Przybylski 0-2
34’ Sonni Ragnar Nattestad 0-3
81’ Magnus Holm Jacobsen 0-4
89’ Michal Przybylski 0-5
07 Vestur - HB 0-4 (0-1)
43’ Pætur Petersen 0-1
54’ Pætur Petersen 0-2
56’ Pætur Petersen 0-3
82’ Ejvind Restorff Mouritsen 0-4
B68 - EB/Streymur 1-1 (1-0)
25’ Boubacar Sidik Dabo 1-0
47’ Bogi Reinert Petersen 1-1
Skála - NSÍ (Klokkan 18)
Støðan Betri deildin menn
1. KÍ 62 stig
2. Víkingur 50 stig
3. HB 46 stig
4. B36 36 stig
5. EB/Streymur 31 stig
6. 07 Vestur 22 stig
7. AB 20 stig
8. NSÍ 19 stig*
9. B68 18 stig
10. Skála 8 stig*
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald