Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, sum er einasti føroyski luttakari í HM-kappingini í svimjing á stuttgeil, ið verður hildin í Melbourne í Avstralia í hesum døgum, hevur í nátt verið í síni fyrstu kapping.
Talan var um innleiðandi riðlarnar í 400 metra frísvimjing. Vár gjørdist nummar seks í sínum riðili við tíðini 4 minuttir og 16,97 sekund.
Hetta gjørdist 22. besta tíðin av tilsamans 28 luttakandi svimjarum, 18,7 sekund eftir nýsælendsku kvinnuna, sum svam skjótast í innleiðandi kappingunum.
Tíðin hjá Vár var fimtbesta tíðin á teininum, ið nakar føroyingur hevur svomið. Føroyska metið er 4 minuttir og 14,09 sekund. Vár eigur sjálv átta tær bestu skrásettu tíðirnar á hesum teini.
Vár Erlingsdóttir luttekur eisini í 100 metra frísvimjing í HM-kappingini í Melbourne. Innleiðandi riðlarnar byrja á midnátt, fyrrapart mikudag avstralska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald