2022-04-23 14:17

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havn setti í morgun føroyskt met á meistarastevnu í Ungarn, tá hon í morgun svam 800m frí við tíðini 9:06.88.
Gamla metið, sum Vár sjálv átti, varð sett í apríl 2019. Tað var 9:08.50.
Vár hevur síðan byrjanina av februar verið í Budapest í Ungarn, har hon venur við felagnum BVSC, og seinastu dagarnar hevur hon luttikið á meistarastevnuni í langgeil í Debrecan, ið er næststørsti býur í Ungarn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald