Kappróður

Vár Guriardóttir Hansen hevur sett nýtt heimsmet

Unga havnarkvinnan eigur nú enn eitt met í innróðri. Tað ljóðar á heilar 357 metrar fyri ein minutt í bólkinum 19-29 ár tungvekt.

Vár Guriardóttir Hansen hevur gjørt vart við seg innan lyfting og rógving seinastu árini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Vár Guriardóttir Hansen hevur gjørt vart við seg innan lyfting og rógving seinastu árini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-03-13 08:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- At føroyskir rógvarar eru heimsins bestu er enn einaferð staðfest, nú Vár Guriardóttir Hansen hevur sett nýtt heimsmet á 1 min í bólkinum 19-29 ár tungvekt.

Soleiðis skrivar Róðrarsamband Føroya á heimasíðu sínari, í mun til at havnarkvinnan ikki bert hevur sett persónligt met men eisini eitt heimsmet. 

Sambært myndini niðanfyri, so er metið nú alment og góðkent. Tað var sett á einari vanliga rógvimaskinu.

Tað snúði seg um at rógva í júst minutt. Vár róði heilar 357 metrar uppá hesi sekundini. Hetta hevur eingin gjørt í hennara bólki áður.

[object Object]
Almenna góðkenningin (Mynd: innirodur.rsf.fo)

Vár Guriardóttir Hansen hevur gjørt meira og meira vart við seg seinastu árini við millum NM og HM-heiðursmerkjum og góðum tíðum.

Fyrst í mánaðinum vann honn á bæði 2000 og 200-metra teinunum í Nordic Open, og í Prag herfyri gjørdist hon evropa- og heimsmeistari í 500-metra sprint. Hetta var í bólkinum 21-22 ár.

Vár búði í Danmark eina tíð, har hon róð í millum annað í Aarhus.

[object Object]
Vár Guriardóttir Hansen fegnast (Mynd: rsf.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder