Fótbóltur

VAR kolldømdi Danmark - framvegis málleyst á Tórsvølli

Søguliga løtan fyri lítlari løtu síðani gjørdi, at føroyska liðið fær løn fyri fyri sterka avrikið í fyrra hálvleiki. Oddaliðið í bólkinum hevur verið omaná og eisini nær við nakrar ferðir, men føroyingarnir hava verið stinnir og hava eisini bitið frá sær..

Skýggjamynd - KVF

Skýggjamynd - KVF

2021-09-04 20:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um so Føroyar ikki megna at skora móti Danmark í dag, so hava føroysku áskoðarnir í øllum førum fingið høvi at fegnast um nakað líknani.

Tá VAR fyri fyrstu ferð varð nýtt á føroyskari jørð, varð tað nýtt til at staðfesta, at málið ið danir fingu í 44. minutti ikki var mál. Hetta av tí at FCK-áleyparin Jonas Wind, eftir at føroyingar høvdu mist bóltin á egnari og gott skjótt danskt smáspæl, hevði smekkað bóltin upp í longra málhorn, men var rangstaddur í støðuni, har hann fekk bóltin. 

Hetta varð staðfest, eftir at dómarin eina løtu hevði staðið og bíða eftir, hvat VAR-rúmið segði. Tá so hann koyrdi armarnrnir upp, og gjørdu eitt skerm-tekin og síðani lyfti ein arm upp, varð øðiligur larmur og fagnaður á Tórsvølli, tí tað merkti, at málið, rætt, varð kolldømt fyri rangstæðu.

Føroyingar hava stríðst ógvuliga væl og hava sum so uppiborið, at tað stendur 0-0 móti risafavorittunum. Teitur Matras Gestsson, sum varð valdur frammum Gunnar Nielsen, hevur havt tvær stórbjargingar, í støðum sum komu eftir stór føroysk mistøk. Danir hava verið vandamiklir uppá tveir deyðbóltar, men hava í opnum spæli havt trupult við at skapa málmøguleikar. 

Føroyska liðið er væl skipað, frekt og spælir hart. Í samband við ein deyðbólt rakti Kasper Schmeichel ikki bóltin, tá hann skuldi boksað, og so var nær við, at ein føroyingur fekk prikað bóltin í málið. Annars hevur liðið hjá Håkani Ericson torað at trýst høgt í løtum og ikki bara staðið og vart egnan brotsteig.


Føroyar - Danmark (0-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder