Um miðjan fyrra hálvleik hildu næsta øll við Djúpumýrar ondini, tí dómararnir í VAR-vogninum noyddust at hyggja eina støðu ígjøgnum, har bólturin var endaðuri KÍ-málinum. Hjálpardómarin hevði flaggið uppi, men á upptøknum sást, at René Shaki Joensen, sum annars hevur spælt ein frálíkan hálvleik, hekk nakað.
KÍ slapp tó snikkaleyst gjøgnum fyrstu VAR-kanningina í Klaksvík nakrantíð, og eina aðru ferð var eisini rangstøða, tá Häcken hevði havt bóltin í KÍ-málinum.
Søgulig løta, ið tíbetur ikki endaði við, at tað stóð 0-1 (Mynd: Sverri Egholm)
Mynd: Sverri Egholm
Annars hevur KÍ-verjuparturin verið stinnur, og tamarhald hevur verið á flestu støðunum. Nils Jonatan Johansson hevur bjargað tvær ferðir. Heimaliðið hevur ikki fingið hótt so ofta, men einaferð varð Árni Frederiksberg sendur avstað og burdi skotið. Hetta var Luc Kassi, ið vann bóltin og spældi hann væl frá sær. Fremsti maðurin hjá KÍ hevur eisini havt góða skotroynd, sum fór stutt framvið.
Champions League 2. umfar, fyrri dysturin
Mikudagin 26.07, við Djúpumýrar
KÍ - BK Häcken (0-0)
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Odmar Færø, Vegard Forren, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg – Luc Kassi
Venjari: Magne Hoseth
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald