Fótbóltur

Varpið karmur um EM lutakastið hjá U17 gentum

Nú er greitt, hvørji lond koma til Føroyar at dystast um evropameistaraheitið fyri U17 landslið við gentum í mai, og lutakastið verður í Varpinum fyrrapartin.

(Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

(Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

2025-03-26 09:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Eysturríki, Frankaríki, Italia, Holland, Noreg, Pólland og Spania, ið eru verandi meistarar, umframt Føroyar sum vertsland, verða londini, sum frá 4. til 17. mai fara at dystast um evropameistaraheitið 2025 fyri U17 landslið við gentum.

Londini verða býtt í tveir bólkar, sum verður avgjørt við lutakasti, sum verður í Varpinum í Klaksvík í dag klokkan 11.

Dystirnir í kappingini verða spældir á Djúpumýru og á Tórsvølli.

Innleiðandi dystirnir verða spældir frá sunnudegnum 4. mai til sunnudagin 11. mai. Hálvfinalurnar vera spældar mikudagin 14. mai, og síðani verður finalan á Tórsvølli sunnudagin 17. mai.

Í fjør varð endaspælið í Svøríki, sum endaði við at Spania bleiv evropameistari. Í finaluni vunnu spaniólar 4-0 á Englandi.

Lutakastið verður stroymt beinleiðis á YouTube-rásini hjá FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder