Hondbóltur

Váttað: 1000 áskoðarar ella fleiri sleppa inn í hallirnar í Egyptalandi

Til HM-endaspælið kunnu hallirnar verða 20 prosent fullar. Heimsins bestu leikarar standa óskiljandi.

Mikkel Hansen og Sander Sagosen halda, at hetta ikki er rætt, tá støðan er sum hon er í heiminum, og at fyrireikararnir og IHF ikki taka atlit til heilsuna hjá leikarunum (Mynd: EPA)

Mikkel Hansen og Sander Sagosen halda, at hetta ikki er rætt, tá støðan er sum hon er í heiminum, og at fyrireikararnir og IHF ikki taka atlit til heilsuna hjá leikarunum (Mynd: EPA)

2021-01-06 17:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vit hava vant okkum til, at eingir áskoðarar eru til yrkisítrótt uttalanda, og tað er eisini komið fyri í Føroyum. Tað er eitt sindur óvist, hvussu ring koronastøðan í Egyptalandi er, men tað kemur óvart á leikarar og venjarar hjá nógvum liðum, at fyrireikararnir til HM-endaspælið hjá monnum hava kunngjørt, at áskoðarar fara at hava atgongd til dystirnar.

Áskoðaratalið til hvønn dyst er ásett til 20 prosent av tí, sum hvør einstøk høll.  Í størstu høllini, Cairo International Stadium Hall eru 17.000 pláss høllini, og tí kunnu 3.400 verða til dystirnar har. Fyrireikarnir vissa um, at hetta verður skipað heilt væl, og at heilsufakliga ráðgevingin verður fylgd. Nóg mikið av frástøðu verður, og krav verður um munnbind, so at hetta fer trygt fram.

Danski venjarin Nikolja Jakobsen sigur við TV2, at hann ikki væntar, at tað kemur at verða ein stórur vandi, at nógv umhugsan man vera farin í hetta, og at man nú fær at síggja. Danski hondbóltsserfrøðingurin, Bent Nygaard, heldur hinvegin, at hetta er heilt burturúr vón og vit,og tað ikki er í lagi við fyriliti til menniskju í heila tikið.

Mikkel Hansen segði undan jólum, at hann umhugsaði at geva avboð til endaspælið, um áskoðarar verða til dystirnar.  

- Eg veit ikki, um kappingin átti at verið avlýst, men tað er ikki rætt at loyva áskoðarum inn til dystirnar, segði Mikkel Hansen við blaðið Jyllands-Posten

33-ára gamla stjørnan hevur síðani sligið fast, at tað er ein heiður at spæla fyri Danmark, og at hann verður at síggja í Egyptalandi. Tó hevur hann, eftir at avgerðin er staðfest gjørt greitt, at hetta er at senda eitt tekin til restina av heiminum, tí farsóttin skal takast í størsta álvara. 

- Vit liva í einari boblu, kunnu bert fara av gistingarhúsinum í samband við venjing í dyst, men so loyva tey áskoðarum inn frá gøtuni

Fyrrverandi liðfelagin hjá Mikkel Hansen í PSG, nú Champions League-vinnari við Kiel, Sander Sagosen kallar avgerðina fyri pínliga í norskum miðlum:

- Heimurin sær soleiðis út, sum hann ger nú, og so skulu tey hava áskoðarar inn. IHF (altjóða hondbóltssamgongan, red.) hugsa meira um pening enn um heilsuna hjá leikarunum. Eg haldi, at ein má bara viðurkenna, at tað er ov býtt at hava áskoðarar beint nú.

EM hjá kvinnum í Danmark í desember varð gjøgnumført uttan áskoðarar. Tað var Final Four hjá monnum millum jól og nýggjár eisini. Í øllum førum tvey av liðunum, ið skulu luttaka til endaspælið, hava trupulleikar við koronu: Kekkia, ið skuldi spæla í Høllini á Hálsi í kvøld, og Svøríki, ið hevur ein koronatilburð, ið ger, at leikararnir eru í sóttarhaldi tveir og tveir, og at liðið harvið ikki venur saman í løtuni.

HM fer í gongd um eina viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder