Í gjár bórust tíðindini um, at høvuðvenjarin og hjálparvenjarin hjá Kekkia hava koronu, og í morgun frættust boðini, at átta persónar í kekkiska ferðalagnum hava fingid koronu.
Harvið vóru sannlíkindi stór fyri, at ein avlýsing fór at koma, og hóast dysturin ikki alment er avlýstur av EHF enn, kann HSF staðfesta, at eingin landsdystur verður í Høllini á Hálsi í kvøld.
Hesum boðar Hondbóltssambandið frá á heimasíðu sínari.
Koronasmitta varð staðfest í kekkiska hópinum í gjárkvøldið, tá úrslitið av kanningunum við komu til landið fyrilógu.
- Strongu mannagongdirnar eru fylgdar, síðani kekkar komu til landið við egnum flogfarið seint seinnapartin í gjár. Tað merkir at ferðalagið hevur hildið seg fyri seg sjálvt bæði á flogvøllinum, í bussinum og á hotellinum. Ferðalagið fer av landinum seinnapartin í dag, og HSF er í tøttum samskifti við heilsumyndugleikarnar og EHF.
Tað er ikki greitt enn, nær dysturin skal spælast. Hann fær eina aðra dagfesting - Føroyar fáa ikki stigini. Ein dystur stendur eisini á skránni í Plzen í Kekkia leygardagin millum liðini. Meira kunning kemur um hann seinni í dag, boðar Hondbóltssambandið frá.
Kekkia skal til HM-endaspælið í Egyptalandi í komandi viku. Hetta er aðru ferð, at eitt lið er rakt av korona, og tískil fer úr Føroyum uttan at spæla dystin. Fordømi er innan fótbólt - tá Slovan Bratislava úr Slovakia í august skuldi spæla Champions League-dyst í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald