Fótbóltur

Váttað: Áskoðarar verða ikki í Champions League og Europa League

Um føroysku liðini fáa heimavøll, so verður fyrimunurin ikki so stórur sum vanligt. Um spælast skal á útivølli, sleppa liðini ikki at ferðast við rutuflogfarið.

Í fjør settu áskoðarnir hjá eysturríska Luzern av álvara sín dám, tá liðið vann 1-0 á Svangskarði (Mynd: Sverri Egholm)

Í fjør settu áskoðarnir hjá eysturríska Luzern av álvara sín dám, tá liðið vann 1-0 á Svangskarði (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-11 12:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

18. og 20. august skulu KÍ, B36, NSÍ og HB, liðini sum í løtuni kappast um FM, royna seg í evropeisku kappingunum hjá UEFA. Fyrst er tað KÍ í Champions League, og síðani hini trý í Europa League.

Les meira: Føroysku feløgini skulu í evropeiska eldin í august

Eitt sum er heilt serstakt hetta árið er, at bert ein dystur verður leiktur fyri at avgerða hvør kemur víðari. Hetta er orsaka av serligu umstøðunum, ið karonafarsóttin hevur skapt. Harvið kann tað í stóran mun snúgva seg um at vera heppin í lutakastinum.

Tó verður en partur av heimavallarfyrimunin burtur, tí áskoðarar ikki sleppa at verða til dystirnar. UEFA avgjørdi 17 juni, at fyribils skuldi evropeiskir dystir verða leiktir fyri tómum áskoðaraplássum  - soleiðis verður eisini í avgerandi dystunum í Champions Leagur og Europa League 2019/2020, ið verða leiktir í august.

Hendan avgerðin varð aftur staðfest í vikuni. Hetta er sambært evropeisku fótbóltssamgonguni við til at gera tað meira "fair", nú eitt lið ikki sleppur at spæla á heimavølli. Harvið sleppa føroyingar ikki at síggja evropeiskan fótbólt her á landi í ár. 

Boð eru eisini givin til fótbóltssambondini og feløgini um, at tað er ikki møguligt at ferðast við rutuflogfari í samband við dystirnar. Leikarar, venjarar, hjálparfólk og onnur skulu ikki koma í samband við onnur, og tí skal ferðast við leiguflogfari. Hetta ger, at tað verður dýrari at spæla á útivølli. Liðini fáa 9. (KÍ) og 10. august (B36, NSÍ og HB) at vita hvar skal spælast og ímóti hvørjum

Styrkismett

Til lutakastið verða B36 og NSÍ styrkismett til undanumfarið í Europa League. Tað er eisini ein møguleiki fyri, at B36 verður styrkismett, um liðið kemur víðari. Hetta er orsakað av, at ártalsfelagið í 2018 spældi seg víðari úr júst 1. umfari móti Titograd Podgorcia. HB verður eisini styrkismett, um liðið byrjar í undanumfarinum. Tað er tó sum skilst eitt sindur óvist, um steypavinnararnir, eins og undafarnu árini, byrja í hesum umfarinum ella í 1. umfarinum. Hetta er tengt av, hvørji lið úr deildum sum eru við at verða spældar lidnar, vinna sær evropeiska luttøku - her er koefficienturin, ið er bygdur á úrslit í Europa farnu árini avgerandi.

KÍ verður ikki styrkismett í Champiosn League. Klaksvíkingar kunnu hitta milllum annað Celtic. Føroyameistararnir fara yvir í Europa League at spæla, um teir ikki koma víðari í Champions League.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder