Franskir loftferðslumyndugleikarnir vátta nú, at argentinski fótbóltsleikarin, Emiliano Sala, var annar av persónunum, sum var umborð á lítla privatflogfarinum, sum hvarv í Ermasundi nærhendis Guernsey í gjárkvøldið.
Fronsku flogferðslumyndugleikarnir hava váttað fyri Sky Sports News, at Sala var umborð. Flogfarið var á veg úr Nantes har vesturi í Fraklandi til Cardiff í Wales, tá tað hvarv.
Walisiska Premier League felagið, Cardiff City, hevði júst skriva sáttmála við argentinska leikaran fyri 18 milliónir pund, og nú harmast tey um, at hann ikki kom sum ætlað til býin í gjárkvøldið.
Enn hevur felagið ikki váttað á síni heimasíðu, at Sala hevur verið við í flogvanlukku, men við Sky Sports sigur formaðurin í Cardiff, Mehmed Dalman, at tey óttast tað ringasta.
- Vit bíða eftir endaligari váttan áðrenn vit siga nakað meira. Men vit óttast fyri lívinum hjá Emiliano Sala, sigur hann.
Sambært myndugleikunum hvarv Piper Malibu flogfarið av radaranum, tá tað var nærhendis Casquets vitanum um hálvgun níggju tíðina í gjárkvøldið.
Leitað hevur verið í nátt og í dag eftir florfarinum. Løgreglan á Guernsey sigur í dag, at leitað hevur verið við bæði bátum og tyrlum uttan úrslit og at leitingin heldur fram.
11.45am update
— Guernsey Police (@GuernseyPolice) 22. januar 2019
So far over 1,000sq miles have been searched by a total of five aircraft and two lifeboats. It is being co-ordinated by the Joint Emergency Services Control Centre.
There has been no trace of the aircraft.
The search is continuing.
Sala fleyt til Cardiff fríggjadagin fyri at kannast av lækna, undirskriva sáttmálan og taka mynd, men hann spældi ikki við, tá Cardiff spældi móti Newcastle leygardagin. Avtalan var, at hann skuldi byrja at venja við Cardiff í dag.
Hann fór tí aftur til Nantes fyri at fyrireika flytingina og siga liðfeløgunum sínum farvæl.
Leikararnir hjá Cardiff vórðu kunnaðir um støðuna í dag, og valt var at avlýsa venjingina orsaka av serligu umstøðunum.
Nantes skuldi spæla steypadyst á útivølli móti Sannois í morgin, men dysturin verður útsettur til sunnudagin, skrivar Sannois á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald