Fótbóltur

Váttað: Jens Berthel Askou skal venja Hall Hansson

Hallur Hansson og AC Horsens hava fingið nýggjan venjara - ein venjara sum førdi HB til greipuna farna kappingarár. Hann byrjar í starvinum beinanvegin.

Jens Berthel Askou (Mynd: Sverri Egholm)

Jens Berthel Askou (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-04 21:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður AC Horsens, sum Jens Berthel Askou skal venja. Tað boðar felagið frá á heimasíðu sínari í kvøld.

Um middagsleitið kom HB við fráboðan um, at venjarin sum førdi besta mansliðið til greipuna farna kappingarár, og sum eftir ætlan eisini skuldi standa á odda í HB næsta kappingár, var farin úr starvi. Hann “hevði fingið annað venjarastarv”, sum tað ljóðaði.

Síðani fráboðanina hava leysasøgur gingið um, at tað var í Horsens, at hann skuldi vera høvuðsvenjari, og hetta váttar AC Horsens í kvøld.

[object Object](Mynd: AC Horsens)

Jens Berthel Askou fleyg til Danmarkar í dag, og byrjar í venjarastarvinum beinanvegin. Á heimasíðuni hjá AC Horsens stendur, at felagið hevur keypt Berthel leysan, men eingin upphædd verður nevnd.

Uppgávan hjá dananum verður at halda AC Horsens uppi í bestu deildini. Eftir 13 dystir hava Hallur Hansson og liðfelagarnir bara skavað seks stig saman. AC Horsens liggur á næst aftasta plássið í Superliguni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder