Sum Portalurin skrivaði um fyri tveimum vikum síðani, so skal Jens Erik Bruhn eisini spæla fyri EB/Streym í 2024.
Hetta kunngjørdi EB/Streymur endaliga í gjárkvøldið, týsdagin 4. februar.
Sum skilst hevur greiða skula fingist á ymiskum viðurskiftum við millum annað TB, sum gjarna vildi hava Jens Erik Bruhn aftur til barndómsfelagið. Í fjør leigaði EB/Streymur vongin/bakkin frá aldrusforsetanum.
Í EB/Streymi vóru tey ógvuliga fegin um kvika mannin úr Trongisvági, og setur heimasíðan hjá felagnum soleiðis orð á hansara leiklut í 2024:
- Jens Erik spældi ein stóran leiklut á EB/Streymaliðnum í fjør, har hann spældi 26 dystir í landskappingini og tveir dystir í steypakappingingi. Jens Erik var saman við Emil og Filip leikarin við næstflest málstigum(9) farna kappingarár. Tað bleiv til 4 mál og 5 upplegg hjá arbeiðssama trongisvágsmanninum.
Eg eri spentur uppá nýggja kappingarárið og vónandi kunnu vit byggja víðari uppá endaspurtin í fjør, sigur Jens Erik í viðmerking.
Sáttmálin millum Jens Erik og EB/Streym er galdandi fyri kappingarárið 2025. Tað er tó ein møguleiki fyri, at maðurin, sum var fastur partur av U21-landsliðum seinastu árini, fer av landinum í lestrarørindum í summar.
Emil, sum EB/Streymur nevnir omanfyri, er Emil Weihe Joensen. Miðvallarin hevði stóran leiklut í 2024. Hann hevur vant við og spælt ein venjingardyst, við einum máli, í ár. Sáttmáli er tó ikki gjørdur enn, og hevur 21-ára gamli miðvallarin sum skilst møguleikar aðrastaðni í Betrideildini.
EB/Streymur hevur í vetur millum annað fingið tríggjar spælarar úr NSÍ, Búa Egilsson, Meinhard Geyti og Mórits Heina Mortensen, og fær helst onkran styrk aftruat - serliga um Emil Weihe Joensen ikki skrivar undir aftur við felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald