Hondbóltur

Váttað: Kjartan heldur fram í Stavanger

- Tað er langt síðani, at Viking hevur havt ein leikara, sum so nógvur áhugi hevur verið fyri. Stavanger-felagið nýtir stór orð um toppskjútta sín.

Kjartan Johansen hevur gjørt um seg í Stavanger og á landsliðnum seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)

Kjartan Johansen hevur gjørt um seg í Stavanger og á landsliðnum seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-10 12:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Kjartan Johansen er eitt navn, ið fleiri feløg hava lagt merki til eftir góð avrik - bæði hjá okkum og á føroyska landsliðnum. Tað er langt síðani, at Viking hevur havt ein leikara, sum so nógv feløg hava tráað eftir á marknaðinum, og tað hevur verið áhugi frá nógvum londum. Tá okkara mótsstøðulið gera sína videoanalysu, er Kjartan heilt víst leikarin, ið tey eru mest til reiðar uppá. 

Hetta skrivar Viking Stavanger á heimasíðu sínari, nú tað er endaliga greitt, at toppskjúttin heldur fram í felagnum, sum í vetur flutti upp í bestu norsku deildina, og sum hevur havt tað fíggjarliga tungt otsaka av koronastøðuni. Nú gongur tó framá - felagið hevur millum annað fingið 100.000 norskar krónur frá einum ónevndum persónligum stuðli, og í farnu viku kunngjørdi Viking, at Scott Harrington verður nýggjur venjari, og at liðformaðurin Helgi Hildarson Hoydal heldur fram. 

Les meira: Scott Harrington skal verða venjari hjá Helga og Kjartani
                 Helgi hevur longt sáttmálan við Viking Stavanger

Felagið dylir ikki fyri, at talan er ein ógvuliga umráðandi leikara at hava, tá dystast skal ímóti sterkastu liðunum í Noreg, og at man er vísur í, at strandingurin heldur fram við sínari góðu menning og taktum, sum hann vísti í næstbestu deildini. Júst hesa menningina setur Kjartan orð á, og eisini hvussu spentur hann er upp á komandi kappingarár: 

- Míni tvey ár í  Viking hava flutt meg nógv. Eg havi undir Joar (Gjerde, gamla venjaranum. red) ment meg nógv sum leikara og persón. Fyrsta árið fingu vit grundað okkum í  1. divisjon og skaffað okkum nakrar royndir. Kappingarárið í fjør var ótrúliga stuttligt, og tað vísur hvussu nógv vit fingu ment okkum uppá tvey ár. Komandi kappingarár verður sera spennandi. Aftur verður tað eitt ár, har vit skulu skaffa okkum nógvar royndir, nú vit skulu royna okkum ímóti teimum bestu í landinum.

[object Object]
Mynd: Svein Erik Fylkesnes

Kjartan Johansen hevur áður roynt seg í bestu norsku deildini. Tað var við Fyllingen Bergen í 2017/2018. Í fjør vóru hagtølini hjá Kjartani í næstbestu deildini sera góð: 169 mál í 23 dystum. Samanlagt hevur 24-ára gamli strandingurin skorað 268 mál í 41 dystum í næstbestu norsku deildini seinastu tvey árini, 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder