Sum vit skrivaðu í gjár, so var Leivur Fossdal Guttesen á veg at gera sáttmála við B36, eftir at hann hevur vant við í felagnum seinastu tíðina.
Sí eisini: Bartal Páll Klein og HB enda samstarvið - endar eftir øllum at døma í B36
Seinnapartin hevur B36 kunngjørt 24-ára gamla vongin, sum er uppvaksin í HB. Seinast hevur vinstrabeinti havnarmaðurin spælt við B68 og eisini hevur roynt seg bæði á Argjum og í danska Sønderjyske.
Talan er um ein tvey-ára sáttmála millum partarnar, og tað fegnast spælarin við 57 dystum í Betrideildini um:
- B36 er eitt stórt felag við ríkari søgu og stórum ætlanum. Hópurin, venjaratoymið og allar umstøður rundan um B36 eru á sera høgum støði, og eg var ongantíð í iva, tá eg fekk møguleikan at vera partur av B36, sigur Leivur Guttesen við síðuna hjá B36.
![]()
Leivur Guttesen fekk eitt slag av gjøgnumbroti undir Adolfo Sormani. Her avgerð vongurin grannauppgerð í 2024 við flottum máli. Hann endaði tó á Toftum í fjør - nú er havnarmaðurin aftur í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)
Sambært B36 hevur nú 24-ára gamli álopskendi spælarin funnið seg væl til rættis í nýggja felagnum, har hann hevur verið við í venjingardystunum ímóti Skála og EB/Streymi. Og Leivur Guttesen sær liðsamansetingina í B36 sum ógvuliga góða.
- Eg haldi, at tað hevur eydnast B36 at sett saman ein sterkan og spennandi hóp við góðari javnvág millum royndar og ungar spælarar. Eg rokni við, at vit vera eitt kappingarført lið, sum fer at kappast har, sum tað er stuttligt at vera. Eg droymi í øllum førum stórt um kappingarárið 2026, sigur Leivur Fossdal Guttesen, sum fer at spæla við nummar 30 á rygginum í B36.
B36 endaði á 5. plássi í fjør, og harvið er hetta annað árið á rað, at liðið ikki hevur evropeiskan fótbólt á skránni. Í vetur hevur B36 gjørt sáttmála við millum annað Boubacar Dabo, Dávid B. Andreasen og roynda norska áleyparain Torgeir Børven.
Sum skilst er tað mest sannlíkt, at Bartal Páll Klein og Eyðtór Eyðsteinsson Joensen eisini spæla við B36 í 2026. Søgur ganga eisini um annan styrk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald