Fótbóltur

Váttað: Mattias Lamhauge skrivað undir trý ár sáttmála í Noreg

- Tað er týðiligt, at Strømgodset vil koma aftur í Eliteseriuna skjótast gjørligt, og eg vil vera við á hesari ferðini, sigur føroyski landsliðsmálverjin, sum er keyptur úr Fredericia - og áður hevur búð í júst Drammen.

2026-01-10 11:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin frættist fyrst á kvf.fo, at Mattias Lamhauge var á veg til Strømsgodset, eftir at Fredericia hevði sagt ja til eitt boð uppá føroyska landsliðsmálverjan.

Og sum vit skrivaðu í gjár, so var ein avtala við at koma uppá pláss millum 26-ára gamla havnarmannin og norska felagið.

- Tað hevur verið greitt í eina tíð, at Mattias ikki fór at halda fram í FC Fredericia eftir summarsteðgin 2026. Tá vit samstundis fingu Valdemar Birksø aftur, so gav tað góða meining hjá okkum at senda Mattias víðari nú - hóast vit høvdu ætlað at hildið honum í hópinum restina av kappingarárinum.

Soleiðis sigur Stig Pedersen, ítróttarstjóri í Fredericia, við heimasíðu felagsins í dag. Hann hevur áður alment sagt, at danska Superliga-felagið ynskir nakað annað enn føroyska landsliðsmálverjan - nú staðfestir og viðurkennir ítróttarstjórin, at so at siga einki hevur verið at funnist at, í mun til Mattias Lamhauge, sum hevur staðið seg í sínum 15 Superliga-dystum.

- Hann hevur gjørt tað "upåklageligt" eftir uppflytingina - men júst hendan flytingin var tann rætta fyri okkum og Mattias nú eru millum endaboðini úr Fredericia, har føroyingurin var í tvey ár.

- Ein djarvur málverji

Í Drammen stórfegnast tey um nýggja málverjan.

- Í Mattiasi fáa vit ein málverja, sum er djarvur og dugnaligur við beinunum. Hann er sterkur í brotsteignum og á strikuni, og kemur við royndum frá hægsta stigi í Føroyum og frá tí føroyska landsliðnum. Hann hevði eitt stórt ynski um at spæla fyri "Godset", og hansara virðir hóska væl saman við okkara. 

Soleiðis sigur Jackie Rasmussen við godset.no. Danski ítróttarstjórin í felagnum er so at siga júst komin úr Danmark sjálvur. Áður hevur hann verið í Hillrød, har hann heintaði fýra føroyingar í sínari tíð: Adrian Justinussen, Daniel Johansen, Poul Kallsberg og seinast Pætur Petersen.

Nú hava Jackie Rasmussen og Strømgodset ognað sær 26-ára gamla føroyska landsliðsmálverjan, sum hevur spælt 15 A-landsdystir og tólv evropeiskar dystir. Partarnir hava skrivað undir ein trý-ára sáttmála.

Skjótt skal hann royna at verða við at vinna Strømgodset sæti aftur í Eliteseriuni: Felagið, sum vann norska meistaraheiti í 2013, flutti niður úr bestu deildini í fjør.

- Tað er týðiligt, at Strømgodset vil koma aftur í Eliteseriuna skjótast gjørligt, og eg vil vera við á hesari ferðini, sigur føroyski landsliðsmálverjin.

[object Object]

Aftur á kendar gøtur

Sjálvur sigur Mattias Lamhauge við heimasíðuna hjá Strømgodset, at hann er "jaliga bilsin av umstøðunum og øllu í felagnum" og ógvuliga nøgdur við skifti.

Tað er ikki tí, at føroyingurin er púra ókendur á hesum leiðum, sum godset.no greiðir frá:

- Málverjin hevur í roynd og veru sterk bond til bæði Noreg og Drammen. Hann búði sjey ár í Noreg í uppbøkstrinum - harímillum tvey ár í Drammen, og hansara fyrsta skúla ár var á Fjell skole.

Hetta er heldur serligt, staðfestir Mattias sjálvur.

- Tað fyrsta eg hugsaði, tá eg hoyrdi um áhugan frá "Godset" var, at tað var nú rættiliga stuttligt - tá vit hugsa um, at ein partur av mínum uppvøkstri var har. Tað var millum annað tað, sum gjørdi tað áhugavert beinanvegin.

Mattias Lamhauge og hansara nýggju liðfelagair fara á venjingarlegu týsdagin. Liðið, har Magne Hoseth verður í venjaratoyminum, skal royna at flyta upp úr OBOS-deildini í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder