Fótbóltur

Váttað: Petur Knudsen fer til Lyngby

Gávuríki spælarin úr Runavík skal nú spæla í næstbestu donsku deildini.

Petur Knudsen í dysti fyri U21 landsliðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen í dysti fyri U21 landsliðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-30 14:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

NSÍ váttar nú, at tað er danska felagið Lyngby Boldklub, sum verður felagið hjá Peturi Knudsen komandi tíðina.

23 ára gamli Petur Knudsen, sonur landsliðslegenduna Jens Martin Knudsen, verður mettur at vera ein av gávuríkastu fótbóltsleikarunum, sum NSÍ hevur uppalt. Tað hevur ligið í kortunum, at Petur nú var búgvin at fara uttanlands at royna seg, og herfyri kundu vit skriva, at komandi felag hansara fór at vera Lyngby. Hesi tíðindini vóru tó óváttað tá

Les eisini: Helst á veg til Lyngby 

Heimasíðan hjá NSÍ skrivar soleiðis í dag:

“Tað hevur ongantíð verið nakað loyndarmál, at Petur Knudsen er ein fantastiskur leikari, og eru vit í NSÍ glað og stolt av Peturi. Vit hava havt hann í felagnum síðani hann sum 4 ára gamal traðkaði á vøllin, og tíðliga sást at evnini hjá Peturi vóru góð. Petur er eitt at okkara gulleggum, og tí er tað keðiligt at missa ein so góðan og týðandi leikara. Men hettar er nakað, sum vit øll hava vita, og Petur skal fáa lov til at sleppa á flog, og mennast enn meira sum leikari”.

Lyngby Boldklub er eitt av traditiónsríku feløgunum í Danmark. Todi Jónsson spældi í Lyngby áðrenn hann fór til FC Keypmannahavn. Felagið hevur tvær ferðir vunnið danska meistaraheitið, í 1983 og 1992. Tríggjar ferðir hevur felagið vunnið donsku steypakappingina, í 1984, 1985 og 1990.

Felagið spældi við í bestu deildini í Danmark í fjør, men flutti endaði undir niðurflytingarstrikuni saman við liðnum hjá Halli Hanssyni, AC Horsens.

Lyngby hevur júst sett nýggjan venjara, íslendingin Freyr Alexandersson, sum hevur drúgvar royndir sum venjari í Íslandi, eitt nú fyri íslendska kvinnulandsliðið, og sum hjálparvenjari hjá íslendska manslandsliðnum seinastu tvey árini. 

Petur Knudsen var fastur maður á føroyska U21 landsliðnum fram til í fjør. Í ár hevur hann so roynt set á A-landsliðnum.

Hann er skrásettur fyri tríggjar dystir á A-landsliðnum, allir sum innskiftari. Fyrsti A-landsdystur hansara var móti Eysturríki í mars. Hann kom eisini inn í venjingardystunum herfyri móti Íslandi og Liktinstein.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder