
Fyri 18 árum síðani skifti tá 18-ára gamli Cristiano Ronaldo til mæta Manchester United úr Sporting Lissabon. Tá var ungi maðurin av Madeira eitt óskrivað blað á evropeiska fóbóltspallinum. Hetta broyttist skjótt, og nú er hann kendur sum ein teimum allarbestu nakrantíð - serliga tá tað kemur til málskjóting.
Nú, beint yvir 18 ár seinni, er tað so at siga endaliga greitt, at hann aftur verður at síggja í reyða Manchester United-búnanum á Old Trafford og á øðrum leikvallum í Ongland og ymsastaðni í Evropa.
Beint áðrenn klokkan 17 kunngjørdi almenna heimasíðan hjá Manchester United, ið nú hevur verið óvirkin leingi orsakað av stóra trýstinum, at ein avtala var gjørd við Juventus. Hon hevur virði á umleið 21,5 milliónir pund - tað er líka undir 200 milliónir krónur. Sambært virda jorunalistinum, Fabrizio Romand, ið mest tekst við flytingarsøgur, hevur Ronaldo sagt ja til sáttmálatilboðið hjá United, og Sky Sports skrivar, at talan verður um tvey-ára sáttmála.
Romano skrivaði fyri beint yvir tveimum tímum síðani síni kendu orð "Here we go" í byrjanini av einum posti á sosialu miðlunum, og síðani at Cristiano Ronaldo fór aftur til Manchester United, og at ein læknakanning skuldi fremjast í Lissabon.
Ole Gunnar Solskjær segði á tíðindafundi fyrr í dag, at Bruno Fernandes hevði tosað við landsmannin, og at um Ronaldo valdi at fara úr Juventus, so visti hann hvussu nógv tey í United hildu av honum, og at "hann veit, at vit eru har". Samskifti var gott, segði Solskjær um sín fyrrverandi liðfelaga, og United-venjarin segði , at hann er legenda í felagnum og tann besti leikarin nakrantíð eftir hanara meting.
Í gjár bendi alt á, at Ronaldo fór til Manchester City, men kúvendingin í dag hevur skapt røring í fótbóltsheimin. Sambært Manchester Evening News vendi Sir Alex Ferguson seg til Ronaldo fyrrapartin. 36-ára gamli portugisin verður helst heilt skjótt kunngjørdur sum Manchester United-leikari - tólv ár eftir at hann fór úr felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald