Hondbóltur

Váttað: Tróndur Mikkelsen til svenskan hondbólt

25-ára gamli bakspælarin skal spæla fyri Karlskrona, sum endaði á 4. plássi í grundspælinum í bestu deildini. Tróndur hevur gjørt tvey-ára sáttmála við felagið í sunnara parti av Svøríki.

Tróndur var á vitjan og vandi við í síðsta mánaða, eftir at kappingin í Noreg var av. Har vísti hann seg veruliga væl fram, staðfestir Mathias Ekstrand, høvuðsvenjari (Mynd: hfkarlskrona.se)

Tróndur var á vitjan og vandi við í síðsta mánaða, eftir at kappingin í Noreg var av. Har vísti hann seg veruliga væl fram, staðfestir Mathias Ekstrand, høvuðsvenjari (Mynd: hfkarlskrona.se)

2025-05-06 17:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum Portalurin skrivaði í gjár, so skiftir Tróndur Mikkelsen úr norskum hondbólti til svenskan hondbólt. 

Sí eisini: Tróndur Mikkelsen á veg til Svøríkis

Eftir fýra ár í Noreg skal 25-ára gamli havnarmaðurin nú royna seg í grannalandinum. HF Karskrona kunnger tíðliga í kvøld, at partarnir hava gjørt ein tvey-ára sáttmála. Felagið er millum tey, sum eru frammarliga í fremstu svensku deildini.

Tróndur var á vitjan og vandi við í síðsta mánaða, eftir at kappingin í Noreg var av. Har vísti hann seg veruliga væl fram, staðfestir Mathias Ekstrand, høvuðsvenjari. Hetta bæði sum spælari og sum persónur.

Eisini verður víst á, at føroyingurin er sterkur bæði í álopi og í verju, og at hann kann spæla á øllum plássum í bakketuni.

Sjálvur fekk Tróndur Mikkelsen eina góða mynd av felagnum, fólkunum og býnum, staðfestir hann fyri heimasíðuni.

Vit hoyra meira frá Tróndi undan EM-undankappingardystinum her í Kosovo hósdagin.

Karlskrona endaði á 4. plássi í grundspælinum í Handbollsligaen. Liðið fór út í fjórðingsfinaluni eftir tap fyri Sävehof.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder