HB boðar tíðliga í kvøld frá stormávaring.
Ikki tí at tað er nógvur vindur í Gundadali - tað er tað sjálvdan har - men heldur tí man í norðara enda av Gundadali hevur gjørt sáttmála við ein ungan norðmann, sum eitur Storm.
Tað er sami spælari, sum vit á Portalinum hava skrivað um fyrr í dag. 19-ára gamli Storm Bugge Pettersen hevur vant við HB seinastu dagarnar og hevur staðið seg so mikið væl, at André Olsen og hinir hava gjørt av at fáa sáttmála í lag við nú fyrrverandi Sandefjord-spælaran.
Sí eisini: Ungur norðmaður til royndarvenjing - Leivur Guttesen venur við B36
Pettersen hevur ikki nógvar vaksnamannaroyndir men hevur spælt nakrar dystir fyri næstbesta liðið hjá Sandefjord: Sandefjord er í Eliteseriuni. Í fjør spældi áleyparin átta dystir fyri Eik Tønsberg í triðbestu norsku deildini.
![]()
Nýggi áleyparin í reyðum og svørtum (Mynd: hb.fo)
Tá var Storm Bugge Pettersen leigaður út. Nú hevur hann skrivað undir tvey-ára sáttmála við HB.
Hetta hevur Havnar Bóltfelag fyri stuttum váttað - stutt eftir at tað varð staðfest, at Bartal Páll Klein ikki spælir í felagnum í ár kortini.
Sí eisini: Bartal Páll Klein og HB enda samstarvið - endar helst í B36
Harvið er fyrsti styrkurin til álopspartin hjá HB í vetur komin uppá pláss. Áður hava millum annað Amidou Diop og norski vejuspælarin Per-Magnus Steiring skrivað undir sáttmála við nummar tvey í Meistaradeildini í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald