Fótbóltur

Váttað: Herrera heldur ikki fram í United

Gitingarnar hava koyrt í eina tíð, og nú er greitt, at vælumtøkti spanski miðvallarin ikki ger nýggjan sáttmála við enska felagið. Helst skiftir hann til PSG.

Herrera, her í dyst móti Chelsea fyri stuttum. Møguliga var hetta seinastu ferð, at hann umboðaði Manchester United (Mynd: EPA)

Herrera, her í dyst móti Chelsea fyri stuttum. Møguliga var hetta seinastu ferð, at hann umboðaði Manchester United (Mynd: EPA)

2019-05-11 14:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Manchester United er í einum aldudali fyri tíðina. Liðið er einasta topp-seks liðið í Onglandi, ið einki hevur at spæla fyri nú, og tað tykist sum nógv rumbul er i felagnum. Leikararnir hava fingið nógvar ákoyringar av viðmerkjarum og fejapprum seinastu tíðina um, at teir ikki tykast at spæla fyri felagið. Ein av leikarunum ið altíð hevur sæð út sum ein, ið spælir við hjartanum og 100 % fyri felagið, ið hann umboðar, er Ander Herrera.

29-ára gamli spanski miðvallarin kom úr Atletico Bilbao í 2014, eftir at United hevði jagstra hann í eina tíð. Hann hevði eitt gott tíðarskeið undir Van Gaal, men tað var serliga fyrsta árið undir Mourinho, at Herrera blomstraði. Eftir hetta kappingarárið, har United vann Liga Cup og Europa League varð Herrera kosin sum ársins leikari hjá Manchester United. Hann hevði tað trupult í fjør, men var ein av mest umráðandi leikarunum í stuttu endurreisnuni undir Solskjær. 
Herrera hevur spælt 189 dystir fyri felagið.

Ander Herrera hevur fleiri ferðir fingið bjóðað nýggjan sáttmála, men hann ynskir meira í løn, og partarnir eru ikki vorðnir samdir. Hann hevur verið settur í samband við PSG seinastu tíðina, og í dag varð kunngjørt á almenna Twitter-brúkaranum hjá United, at Herrera ikki longir sáttmálan, ið gongur út við kappingarenda. Eitt video varð nýtt at kunngerða hetta, har sympatiski leikarin greiðir frá, at tað hava verið fimm heit serlig ár í risastóra felagnum, og tað hevur verið ein æra at spælt fyri. Hann sigur, at hjartað hansara er reytt. 

Tað er sannlíkt, at tað skjótt verður kunngjørt, at Herrera verður PSG-leikari. Antonio Valencia og United leingja heldur ikki sáttmálan, og stórt ivamál er um Juan Mata, ið hevur verið settur í samband við Barcelona. Teir kunnu allir spæla sín seinasta dyst fyri felagið í morgin, tá United tekur ímóti Cardiff á Old Trafford. 





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder