Fyriuttan tann fyrsta, sum var fríggjakvøldið, vórðu fýra dystir í 3. umfari í Meistaradeildini hjá monnum fluttir vegna veður.
Tríggir dystir, sum upprunaliga skuldu spælast í dag, vórðu avgreiddir leygardagin, men ikki Víkingur - HB. Hetta var vegna 1. deildardyst hjá Víkingi í Vági leygardagin - heldur var dystur settur á skrá í Sarpugerði í morgin, mánadagin.
Sí eisini: Ein dystur í morgin, tríggir leygardagin og ein mánadagin
Veðri argar tó framvegis í morgin. Sagt verður frá nógvum vindi og keðiligari ætt út á kvøldið í Sarpugerði, og tískil hevur FSF, í samráð við feløgini, gjørt av at útsett dystin.
Hetta hevur Portalurin fingið upplýst.
Víkingur - HB er útsettur til mikudagin 1. apríl - Tað eru ávikavist fýra og fimm dagar eftir, at A-landsliðið og U21-landsliðið hava spælt útidystir. Hendan seinna flytingin hóskar tí eisini betri til landslðini, sum fara avstað týsdagin - serliga til U21-landsliðið, sum hevur týðandi EM-undandyst í Sveis fríggjakvøldið.
Klokkan 19.30 í kvøld taka Trygvi Absalonsen og onnur samanum umfarið í sendingini 3. hálvleikur á FM1
3. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Í gjár, leygardagin 21. mars
B36 - B68 6-0 (2-0)
37' Torgeir Børven 1-0
45 (+1)' Torgeir Børven 2-0
49' Dávid Biskopstø Andreasen 3-0
79' Tobias Hansen 4-0
82' Bogi Reinert-Petersen, br. 5-0
90 (+2)' Boubacar Dabo 6-0
Meira um dystin her
07 Vestur - Skála
47' Lucas Gardar 1-0
Meira um dystin her
NSÍ - AB 2-1 (1-1)
23' Daniel Obbekjær 1-0
28' Sjálvmál 1-1
90 (+2)' Petur Knudsen 2-1
Mikudagin 1. apríl - útsettur tvær ferðir
18.30: Víkingur - HB
Fríggjadagin 20. mars
EB/Streymur - KÍ 0-0
Sí eisini: Skelkur í Streymnesi: Føroyameistararnir fingu ikki fult móti EB/Streymi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald