Seinastu fýra árini er steypakappingin hjá monnum togað út til seinasta dystin á árinum. Hetta hevur tvær ferðir havt við sær, at finalan um Løgmanssteypið er spæld í desember.
Í ár er tað søgan um seinnu hálvfinaluan millum B68 og EB/Streym, ið bara ikki verður spæld. Fyrst varð hon flutt vegna evropeisku luttøkuna hjá KÍ, síðani legði nógvur vindur meinbogar í vegin, tá liðini vóru møtt upp á Svangaskarði 3. september, og nú er hon flutt fyri triðju ferð.
Fyrst var ivamál um landsliðsvirksemi órógvaði ov nógv, og nú er tað aftur veðrið. Veðurforsøgnin fyri dystin í morgin sær einki serlig út. Serliga er tað nógv vindurin, ið hevur gjørt, at avgerð er tikin um, at hálvfinalan verður flutt til mikudagin 25. oktober.
Dómarar, spælarar og venjarar noyddust at ásanna, at tað ikki var spælandi á Svangaskarði fyrst í september (Mynd: Sverri Egholm)
Heimasíðan dimma.fo hevur borið tíðindini, og vit hava fingið tey váttað.
Hetta merkir, at bæði B68 og EB/Streymur skulu spæla tríggjar dystir uppá seks dagar eftir landsliðssteðgin. Hálvfinalan er nú løgd inn mitt ímillum næstseinasta og seinasta umfar í Betrideildina.
Hetta kann ávirkan heldur smølu hóparnar, og so er tað eisini tað, at B68 hevur AB og ÍF á skránni í síðstu umførini. Hesi liðini hava alt at spæla fyri tá, í mun til at sleppa undan niðurflyting, og tað er helst eingin loyna, at hálvfinalan fer at fylla meira hjá B68 enn landskappingardystirnir.
Toftamenn eru á odda 3-0 eftir fyrru hálvfinaluna, sum var síðst í juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald