Seinnapartin í dag verður Tórshavn Marathon, og tað hevur við sær fleiri ferðsluavmarkingar millum klokkan 12.30 og 19.30.
Frá klokkan 13 til 18 eru Eysturoyartunnilin og Kollafjarðartunnilin eisini stongdir. Bilar skulu í staðin koyra eftir Oyggjarvegnum.
Hesir vegir eru stongdir frá klokkan 12.30 til 19.30
- Niels Finsens gøta stongd frá Sverrisgøtu oman á Vaglið
- Mylnugøta stongd
- Tinghúsvegur stongdur frá Bøkjarabrekku oman til Áarvegin
- Bringnsagøta stongd frá Húsabrúgv oman til Áarvegin
- Tórsgøta stongd frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
- Áarvegur stongdur
- Kopargøta stongd
- Havnargøta stongd
- Yviri við Strond stongdur
- Hoyviksvegur stongdur frá Óðinshædd til Eystara Ringveg
- Eystari Ringvegur stongdur til Hvítanesvegin
- Hvítanesvegurin stongdur til rundkoyringina við Vegin Langa
Klokkan 12.45 til 14.30 eru hesir vegir stongdir:
- Eystari Ringvegur stongdur frá Hvítanesvegnum til rundkoyringina á Hálsi
- R.C. Effersøes gøta og Bøkjarabrekka bara einvegis ferðsla
- Jónas Broncks gøta stongd
- Bøkjarabrekka stongd frá Steinatúni niðan til R.C. Effersøes gøtu
Klokkan 12.30 til 18.00 eru hesir vegir stongdir:
- Landsvegurin stongdur frá rundkoyringini við Vegin Langa/Hvítanes til Eysturoyartunnilin
Klokkan 13 til 19 eru hesir vegir stongdir:
- Landsvegurin stongdur frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin til Kaldbaksbotn
Klokkan 13 til 18 eru hesir vegir stongdir:
- Landsvegurin stongdur frá Kaldbaksbotni til rundkoyringina Inni í Firði í Kollafirði
Klokkan 14 til 17 eru hesir vegir stongdir:
- Kaldbaksvegurin stongdur frá Kaldbaksbotni til Kaldbaks
Ferðslukort sæst á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald