Fótbóltur

Venda eyguni og kósina móti Kosovo

Sárini skulu sleikjast eftir 5-0 tapið í gjárkvøldið. Føroyska liðið venur í Kekkia seint fyrrapartin, áðrenn kósin verður sett suður á Balkan.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-17 06:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Størsti ósigur í tíðini við Håkani Ericson og toymi gjørdist veruleiki í Olumouc í gjárkvøldið. Býurin í eystara parti av Kekkia, við umleið 100.000 íbúgvum, var samstundis karmur um størsta tapið hjá manslandsliðnun síðani Ronaldo og co. vitjaðu Tórsvøll í oktober (0-6).

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Í føroyska hópinum mangla níggju leikarar sum allir hava verið fastir partur av hópinum undir vanligun umstøðun síðstu árini. Talan er eisini um lyklaleikarar ella meira ella minni fastar leikarar: Odmar Færø, Heina Vatnsdal, Hørð Askham, Hall Hansson, Brand Hendriksson Olsen, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð, Jóan Símun Edmundsson og Teit Matras Gestsson.

Eitt er, at skaðatrupulleikar og skúli hava lagt meinbogar í vegin hjá týdningarmiklum leikarum. Eitt annað er, at meginparturin av teimum, sum vóru á vøllinum í gjár, ikki hava spælt dystir í tvær og eina hálva til tríggjar vikur. Fleiri av føroysku spælarunum tyktust eisini at vera væl frá at vera heilt skarpir, og móti teimum úr millum annað Premier League, Serie A, Bundesliguni, sum eisini vóru partur av vælsmurdari maskini, megnaðu teir millum lítið og einki.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Eitt slag av sjálvrannsakan er neyðug í føroysku leguni, og umberingar kunnu ikki brúkast at flyta liðið, sum í EM-undankappingini næsta ár skal møta millum annað júst Kekkia. Nú skal fokus tó skjótt vendast móti Kosovo. Kósin verður sett hartil seinnapartin, men áðrenn tað er venjing á skránni her í Brno. Teir ið spældu nógv halda seg helst í styrkirúminun - hinir koyra meira á úti. 

Pristina er ferðamálið hesuferð, og venjingardystur er á skránni í høvuðstaðnum í Kosovo leygardagin klokkan 17.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder