Fótbóltur

Vendu 0-2 til 2-2 - helt bert í tveir minuttir

Føroyar komu væl inn í dystin aftur í Ísrael við at skora tvær ferðir uppá tíggju minuttir, men tað rakk tíverri ikki til stig eftir lívliga seinna hálvleikin, tí heimaliðið svaraði næstan beinanvegin aftur.

Klæmint Andrasson Olsen átti stóran lut í báðum føroysku málunum og tók málmetið á landsliðnum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Klæmint Andrasson Olsen átti stóran lut í báðum føroysku málunum og tók málmetið á landsliðnum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-15 22:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fyrra hálvleiki hendi so at siga einki nevnivert, uttan tað at heimaliðið fekk eitt brotsspark, ið var ógvuliga tunt dømt og eftir nakrar minuttir við VAR. Munas Dabbur gagnnýtti støðuna, men Gunnar Nielsen, sum í kvøld fekk møguleikan frammum Teit Gestsson, fekk hondina á hann. Bólturin sá út til líka at komin í armin ella økslina hjá Odmar, ið var í einum nærdysti inni í brotsoteignum, eftir at bólturin hevði nortið við mótstøðuleikaran. Verjuleikarin anaði ikki, at hann "nýtti" armin í støðuni. Gunnar hevði annars tvær góðar bjargingar, tí ein ísraelitti kom ein ímóti einum - eina í fyrra og eina í seinni.

Føroyingar høvdu bóltin nakað meira enn í Parkini (umleið 40 prosent av tiðini) fingu oftari vunnu bóltin høgt frá heldur sløsutu ísraelsmonnunum, ið eisini tóku nógvar kjansir í spæli sínum, og skaptu vandamiklar støður. Tað sá tó út til, at dysturin í roynd og veru var avgjørdur eftir 57. minuttir. Innskifti Klæmint Andrasson Olsen gjørdi fríspark stutt uttanfyri brotsteigin, nakað til høgru; ísraelsmenn tóku stutt og lyfti síðani bóltin innfyri málið hjá Gunnari, verjan tyktist at snorksova, og so varð 2-0.

Liðið hjá Håkani Ericson vísti tó mentala styrki. Í 62. minutti varð farið í høgt trýst í vinstru, og Viljormur Davidsen, ið hevði fingið liðskiparabandið, eftir at Hallur Hansson noyddist skaddur av vølli, kundi bróta spælið. Hann fann skjótt Jóan Símun Edmundsson, sum nú spældi í vinstra borði. Toftamaðurin var ikki til at fáa bóltin av, hóast umringaður av fleiri blákløddum, og hann fann Brand Hendriksson. Skálvíkingurin, ið var leikbannaður í Parkini, gjørdi avgjørt mun í føroyska spælinum, og hann hevur eitt gott skot. Málverjin megnaði ikki at halda kanónkúluni úr 25 metrum, og tveir royndir føroyingar vóru snildari og kvikari enn teir á heimaliðnum. Klæmint var komin í heilt ta rætta økið, fekk tamarhald á returbóltinum og spældi líka yvirum og útfrá til púra fría Sølva Vatnhamar, og leirvíkingurin kundi trilla bóltin í eitt tómt mál. Hetta var fyrsta málið hjá Sølva í einum undankappingardysti.

[object Object]
Sølvi Vatnhamar, ið var eyðsýndur í Parkini fríggjakvøldið, skoraði í venjingardysti í 2016 - í kvøld kom 35-ára gamli leirvíkingurin á talvuna í undankappingardysti (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Brandur Hendriksson roynir at fáa fatur á ísrelitta. Miðvallarin átti skotið, ið førdi til 2-1 málið og vísti aftur góðar dygdir á bóltinum, hóast orkan tyktist at ganga undan móti endanum (Mynd: IFA)

Nú varð meira lagt fyri frameftir, og dysturin varð meira opin. Farið varð yvir til 4-4-2 leikskipan, og eftir endurtrýst frá Jóan Símuni inni á mótstøðuhálvuni gjørdi verjuleikara ótryggjan, fangaði Klæmint bóltin rak nakað frameftir og spældu síðani út til høgru til René Shaki Joensen, ið nú spældi á høgra vongi. René, hvørs pápi er ísraelsmaður, legði ein perfektan bleytan bólt í aftara øki, har Klæmint Andrasson Olsen - sjálvandi - var komin uppá pláss, og rituvíkingurin møtti bóltinum við pannuni og við ferð, og verjuleikararnir og málverjin høvdu ongan møguleika. So var 2-2, og NSÍ-liðformaðurin javnsettur metmálskjútti á føroyska A-landsliðnum við einum typiskum "Klæminti-máli"

Les eisini: Klæmint hevur javnað málmetið á landsliðnum

So var spurningurin: Fór man eftir sigurinum ella royndi man at halda, tí sum man hevði fingið. Hetta náddu Håkan og hinir á bonkinum næstan ikki at hugsa, tí hóast Føroyar hóttu í sama minutti sum 2-2 málið, so var tað Ísrael, sum ógvuliga skjótt skoraði aftur. Spælt varð ímillum okkara mið- og verjuketu, Hørður og Odmar fóru so at siga upp í sama mann, og eingin fyrgdi renningini hjá Dor Peretz, sum skeyt fyrstu ferð og ógvuliga væl, eftir at bólturin varð lagdur inn í føroyska brotsteigin. 

Seinastu løtuna stríddust føroyingar at koma upp á javnt aftur. Hetta kostaði nógva orku og gav eisini pláss og møguleikar hinvegin. Bestu støðuna hjá Føroyum kom Petur Knudsen í, tá Hørður Askham spældi hann væl ígjøgnum miðjuna, eftir at verjuleikarin fekk fatur á einum leysum bólti í miðkringinum. Misskiljing var í Ísrael-verjuni, men júst áðrenn Lyngby-áleyparin fekk trekt framvið málverjanum kom ein góð takkling frá miðverja forðaði helst fyri 3-3 málið.

Tað varð, eins og í nógvum øðrum dystum í undankappingini, til "líka við og næstan" hjá Føroyum, ið stríddist væl og eisini vísti góðar taktir í spælinum og var veruliga ágangandi seinasta hálva tíman, men sum lat heldur løtt mál inn í seinna hálvleiki. Talan gjørdist um fýra stig í tíggju dystum - øll komu í hús móti Moldova. Hetta var ikki heilt úrttøkan, ið nøsin varð sett upp ímóti, men nógv av avrikunum hava samanlagt verið á góðari leið ella nær við heilt uppi. Næst á skránni er Nations League, sum byrjar næsta summar.

HM-undankappingarbólkur F - 10. og síðsta umfar  
Nethanya, Ísrael - 15.11.2021
Ísrael - Føroyar 3-2 (1-0)
30' Munas Dabbur (br.) 1-0
58' Shonn Weissman 2-0
62' Sølvi Vatnhamar 2-1 (Klæmint Andrasson Olsen)
72' Klæmint Andrasson Olsen 2-2
75' Dor Peretz 3-2

Føroyar: Gunnar Nielsen - René Shaki Joensen, Odmar Færø, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad (70' Heri Hjalt Mohr), Viljormur Davidsen - Hallur Hansson (L - 52' Klæmint Andrasson Olsen ), Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen (70' Tróndur Jensen), Sølvi Vatnhamar (80' Jóannes Bjartalíð) - Jóan Símun Edmundsson (80' Petur Knudsen)

Endaliga støðan í bólkinum - Danmark tapti í Skotlandi í kvøld

1
Danmark
10
9
0
1
30
3
+27
27
2
Skotland
10
7
2
1
17
7
+10
23
3
Ísrael
10
5
1
4
23
21
+2
16
4
Eysturríki
10
5
1
4
19
17
+2
16
5
10
1
1
8
7
23
-16
4
6
Moldova
10
0
1
9
5
30
-25
1

(Talva: FaroeSoccer)

Víðari til HM-endaspælið
Víðari til Play-off
Spæla Nations League-playoff um pláss

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder