Eitt stórt lið av føroyskum boksarum hjá Tórshavn Boksing er við at gera seg klárt til at luttaka í stórari boksistevnu í Danmark fyrst í desember.
Í hesum sambandi verður komandi vikuskiftið venjing í hølunum hjá felagnum inni á Hjalla við luttøku av donskum boksarum. Tórshavn Boksing fær vitjan av danska venjaranum, Lars Gierringe frá Bokse Team Helsinge, sum hevur tveir ungar boksarar við, Tristan Sørensen og Emil Johansen,sum skulu geva føroysku boksarunum avbjóðingar í sambandi við venjingarnar. Eisini verður Oliver Borup frá BK Tårnet í Vordingborg við til venjingarnar.
Evnið fyri venjingunum verður teknikkur umframt fokus og strategi í sambandi við dystir.
Endamálið er at gera føroysku nevaleikararnar klárar til boksistevnu, sum verður fyrst í desember í Nykøbing á Sælandi. Tveir venjarar og áttaboksarar frá Tórshavn Boksing verða við til ta kappingina.
Av teimum níggju boksarunum, skulu fimm royna seg í veruligum dystum, meðan seinastu tríggir, skulu boksa sokallaðar diplomdystir fyri byrjarar.
Føroysku boksararnir í Nykøbing Sj. eru hesir:
U19: David Kunoy skal boksa sín áttanda dyst móti einum boksara frá Nykøbing Sj. Talan er um flokkin weltervekt, 63,5-67 kilo.
U19: Magni Vang skal boksa sín næsta dyst móti einum mótstøðumanni frá BK Tårnet frá Vordingborg í flokkinum lættmillumvekt, 67-71 kilo.
U19: Teitur Annand skal boksa sín fimta dyst móti einum frá BK Ballerup í flokkinum lættvekt 57-60 kilo.
U15: Noa Jakobsen skal boksa sín næsta dyst móti einum frá Gladsaxe í flokkinum dúnvekt, 41-43 kilo.
Elite: Jonathan Malaikev skal boksa sín níggjunda dyst í lættvekt. Enn er ikki greitt hvør mótstøðan verður.
Hesir skulu boksa diplomdystir:
U15: Heri Ziskason. Ungur, evnaríkur boksari við framtíðini fyri sær í ítróttinum. Skal royna seg á fyrsta sinni.
U15: Janus Patursson. Sterkur og ágrýtin, sum ikki heldur seg aftur í venjing. Vantar enn nakað í tekniska partinum, men kortini nóg sterkur at royna seg í dysti longu nú. Er nýliga byrjaður at boksa, men hevur eina lovandi framtíð í ítróttini.
U17: Karstin Ljósstein. Er lítlibeiggi Teit Jákupsson, sum gjørdist danskur byrjanarmeistari í 2019, tá Føroyar fyri fyrstu ferð luttóku í meistaraskapskapping. Felagið væntar nógv av honum eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald