Venjarafelag Føroya skrivar á heimasíðu sínari, at 10 føroyskir venjarar nú fara til næststørsta býin í Brasil á sokallaða kveikingarferð.
Har skulu teir vitja fýra tey størstu feløgini í Rio De Janeiro: Flamengo, Fluminense, Vasco da Gama, Botafogo, umframt fótbóltsskúlan hjá Pelé. Eisini skulu føroysku venjararnir síggja tveir dystir.
Tað eru Alexandre Silva, ið er úr Brasil og hevur spælt við Botafogo, og Jens Erik Rasmussen, ið hevur nýtt nógva tíð í landinum, sum saman við nevndini í VFF skipa fyri túrinum.
Ferðalagið sum nú er farið úr Føroyum telur 10 venjarar. Hesir eru: Hegga Samuelsen, Eli Hentze, Karsten Hansen, Alexandre Silva, Jóan Pauli Jacobsen, Jens Erik Rasmussen, Símun Eliasen, Sørin Anghel, Pætur Niclasen og Frankie Jensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald