Hondbóltur

H71 kvinnurnar fáa kvinnuligan kekkiskan venjara

Petra Freiselova úr Kekkia verður høvuðsvenjari hjá greipuvinnarunum í H71 saman við dananum Mathias Rettig sum hjálparvenjara.

2023-06-27 19:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

H71 kvinnur eru greipuvinnarar í ár og vit vita longu nú, at fleiri leikarar fara av landinum og at Simon Olsen og Djóni Gaard Joensen ikki koma at halda fram sum venjarar komandi ár.

Nevndin í H71 er tó sannførd um, at vit hava fingið eitt spennandi nýtt venjaratoymi at taka við avbjóðingunum komandi ár.

Petra Freiselova úr Kekkia verður høvuðsvenjari saman við dananum Mathias Rettig sum hjálparvenjara.

Petra er útbúgvin mastercoach og hevur verið venjari hjá kekkiska meistaraliðnum Slavia Praha síðani 2013 og ungdómslandsliðvenjari. Petra hevur eisini verið yrkisleikari í Týsklandi í 6 ár.

Petra er 46 ára gomul og útbúgvin innan ítrótt og eisini útbúgvin løgreglukvinna.

Mathias Rettig er útbúgvin “DHF Divisionsvenjari” umframt at hann hevur ein bachelor inn ítrótt og heilsu frá Syddansk Universitet. Mathias kemur frá einum starvi á eftirskúlanum Oure og hann hevur eisini starvast hjá GOG sum kropsligur venjari og hondbóltsvenjari.

Nevndin í H71 er spent uppá hvat okkara nýggja venjaratoymið kann koma við av nýggjum íblástri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder