Hondbóltur

Venjaraskifti í VÍF

Dia Midjord og felagið hava steðgað samstarvinum, og Ingi Olsen og Agnar Joensen skulu komandi dystirnar aftur standa á odda fyri kvinnunum í Vestmanna.

Ingi og Agnar hava ábyrgdina av SMS-liðnum hjá VÍF hendan mánaðin (Mynd: Sverri Egholm)

Ingi og Agnar hava ábyrgdina av SMS-liðnum hjá VÍF hendan mánaðin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-03 11:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2018 vann VÍF greipuna. Tá var Ingi Olsen høvuðsvenjari og Agnar Joensen hjálparvenjari. Nú fáa teir hesar leiklutirnar aftur fram til árslok.

Dia Midjord hevur hetta kappingarárið staðið á odda, og VÍF hevur staðið seg væl. 16 stig fyri 10 dystir og eitt deilt fyrsta pláss við Kyndil.

In. fo skrivaði í gjár, at Dia Midjord hevur takkað fyri seg, og at tað var í sátt og semju, at partarnir endaði samstarvið.

Í kvøld spælir VÍF á útivølli móti Neistanum, og tá verður tað við Inga og Agnar sum oddamonnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder