Fótbóltur

Venjaratoymið hjá mansliðnum á Skála heldur fram

Pauli Poulsen, høvuðsvenjari, Bogi Gregersen, og Per Mikkelsen, hjálparvenjarar, og Steffan Gaard, sum málmansvenjari, halda fram komandi kappingarár.

Per Mikkelsen, hjálparvernjari og Pauli Poulsen, høvuðsvenjari (Mynd: Skála ÍF)

Per Mikkelsen, hjálparvernjari og Pauli Poulsen, høvuðsvenjari (Mynd: Skála ÍF)

2023-11-04 11:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Venjaratoymið við Paula Poulsen sum høvuðsvenjara, Boga Gregersen og Per Mikkelsen sum hjálparvenjarum og Steffan Gaard sum málmansvenjara, heldur fram komandi kappingarár.

Við 70 stigum hevur Skála ÍF megnað at fáa lið í bestu deildini komandi kappingarár. Hetta var gjørt við 83 skoraðum málum og einans 20 ímóti.

Seinastu nógvu árini er bert eitt annað 1. deildarlið, ið hevur megnað at fáa 70 stig. Tað var tá Skála ÍF í 2015 fekk sama stigatal. Tá var Pauli Poulsen eisini høvuðsvenjari.

– Saman við Paula hava vit sett langtíðarmál fyri besta mansliðið, har vit við fíggjarligum skynsemi ynskja at røkka so langt, sum gjørligt innan fyri ymiskar karmar. Herav kann nevnast at bulurin á liðnum eru leikarar, ið hava tilknýti til nærøkið og dentur verður lagdur á at menna egnar leikarar, sigur Jóannes Prestá, formaður hjá Skála Ítróttarfelag.

Sáttmálin við Paula Poulsen er longdur til og við 2026, meðan Bogi og Per taka eitt ár afturat í fyrstu atløgu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder