
Nakað av órógvi hevur verið í felagnum hjá Janu Mittún, Viborg HK, seinastu vikurnar eftir, at profilurin Christina Pedersen varð burturvíst, tí hon var óynskt av spælarahópinum.
Og nú, eina viku undan kappingarbyrjan í bestu kvinnudeildini, hevur høvuðsvenjarin Ole Bitsch sagt starvið frá sær.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
- Eg havi valt at steðga samstarvinum eftir tað, sum vit hava verið ígjøgnum seinastu mánaðirnar.
- Tað vænti eg, er tað besta fyri Viborg HK, genturnar og ikki minst fyri meg sjálvan. Eg ynski gentunum og Viborg HB alt tað besta framyvir, sigur Ole Bitch í tíðindaskrivi.
Ole Bitch hevur verið venjari hjá Viborg HK síðan á sumri 2023 og hevði eitt ár eftir av sáttmálanum.
Hjálparvenjarin Anders Friis tekur yvir sum høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum í Viborg.
Alt bendir á, at Christina Pedersen gevst í felagnum. Hetta verður væntandi staðfest um vikuskiftið.
Fyrsti dysturin hetta kappingarárið er móti Ringkøbing sunnudagin 31. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald