Fótbóltur

Venjarin hjá Juventus sagt upp

Massimiliano Allegri hevur verið venjari hjá italska fótbóltsfelagnum seinastu fimm árini.

2019-05-17 15:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Juventus skal nú finna sær ein nýggjan venjara, eftir at Massimiliano Allegri í gjár gjørdist samdur við felagið um at steðga samstarvið.

Allegri hevur verið venjari hjá Juventus seinastu fimm árini. Hesi árini hevur 51 ára gamli venjarin vunnið fimm italsk meistaraheiti, vann fýra italskar steypakappingar, og førdi tvær ferðir felagið til Champions League finaluna, tó at tað tapti báðar ferðir.

Fleiri italskir miðlar vilja verða við, at leiðslan í Juventus vil hava fyrrverandi venjaran Antonio Conte aftur at standa á odda fyri liðið. Conte var venjari hjá Juventus frá 2011 til 2014. Síðani tá hevur hann verið venjari hjá italska landsliðinum og enska Chelsea.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder