Fótbóltur

Venjarin sleppur ikki at sita á beinkinum móti heimlandinum

Portugisiski venjarin hjá Suðurkorea fekk reyða kortið eftir dystarlok.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-11-28 17:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Portugisiski venjarin hjá Suðurkorea, Paulo Bento, sleppur ikki at sita á beinkinum, tá Suðurkorea fríggjadagin spælir seinasta HM-bólkadystin móti júst Portugal.

Bento gjørdist so fúkandi óður um, at bretski dómarin, Anthony Taylor, blásti dystin av, at hann rann inn á vøllin, trýsti fingrarnar inn á bringuna á dómaranum og greiddi honum frá – við ógvusligum orðum, eftir øllum at døma – at tað var ein skeiv avgerð hann hevði tikið. Áhaldandi mótmælini gjørdist at enda nóg mikið fyri Anthony Taylor, at hann tók reyða kortið úr lummanum.

Dysturin í dag millum Suðurkorea og Ghana gjørdist øgiliga spennandi. Í fyrra hálvleiki hevði afrikanska landið tamarhald á gongdini, og legði seg fram um 2-0. Men eftir hálvleiksstøðgin komu suðurkoreanar sterkt aftur, og tað eydnast teimum at javna til 2-2.

Men ghanesar megnaðu kortini at leggja seg framumaftur við einum máli í 68. minutti.

Endin av dystinum gjørdist eitt stórt trýst á ghanesiska málið. Men hóast 10 minuttir vórðu lagdir afturat vanligu leiktíðini, so megnaðu koreanar ikki at fáa bóltin í mál, hóast møguleikarnir ikki trutu.

Klokkan var farin 11 minuttir yvir vanliga leiktíð, tá Anthony Taylor blásti dystin av. Orsøkin til, at øði spann í Paolo Bento var, at dómarin blásti av júst sum bólturin var farin út til hornaspark. Vanligt er, at slíkar ‘deyðbóltsstøður’ verða tiknar áðrenn dómarin bríkslar dystin av.

Suðurkorea hevur eitt stig fyri tveir dystir, men hevur framvegis møguleika fyri at spæla seg víðari við einum sigri móti Portugal. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder