Pristina, Kosovo (Portalurin): Føroyska A-landsliðið við monnum venur í løtuni á Fadil Vokrri leikvøllinum, miðskeiðis í høvuðsstaðnum í Kosovo. Tað tók beint yvir ein tíma at koyra annars lutfalsligu stutt leiðina frá gistingarhúsinum í útjaðaranum av býnum, tí tað var so nógvu trafikkur í Pristina, tá umleið klokkan 16 lokala tíð.
Tískil byrjaði tíðindafundurin við Håkani Ericson og liðformanninum Viljormi Davidsen hálvan tíma seinni, enn ætlað var. Talan var eisini um sera stuttan tíðindafund, men Portalurin fekk svar uppá, hvussu nógvar broytingar landsliðsvenjarin hevur í hyggju at gera. 62-ára gamli sviin segði, at talan verður um tríggjar og kanska fýra broytingar.
Gunnar Nielsen hevur ein skaða í knænum at dragast við, og royndi málverjin kom tískil ikki við til Kosovo. Harvið er tað 100 prosent vissa fyri, at ein broyting verður á málmansplássinum. Vit spurdu Håkan Ericson um tað er ein møguleiki fyri, at ungu málverjarnir báðir fáa spælitíð í morgin, og tað váttaði hann, at tað er.
Bárður á Reynatrøð og Mattias Lamhauge til venjing í Kekkia í gjár (Mynd: Hans Erik Danielsen)
Gunnar Nielsen, ið spældi sín A-landsdyst nummar 70 í Kekkia, er ikki tøkur til hendan venjingardystin (Mynd: Sverri Egholm)
Tað liggur eisini í kortunum, at tvøramenninir Gilli Rólantsson og Patrik Johannesen, ið báðir spældu 35 minuttir í Kekkia men "bert" vandu styrki í gjár, koma inn á liðið.
Sum heild snýr tað seg um hjá føroyska liðnum at avrika betur og øðrvísi enn í Kekkia mikukvøldið - at reisa seg. Viljormur Davidsen sló fast, at allir í hópinum eru svangir eftir at vísa nakað annað.
Føroyar og Kosovo spæla á Fadil Vokrri leikvøllinum klokkan 17 í morgin, leygardagin 19. november.
Vilhormur Davidsen vildi ikki dylja fyri, at 5-0 tapið mikukvøldið yvirhøvur ikki var nóg gott, og at nú skuldi nakað annað vísast (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald