Virksemið í samfelagnum er nógv ávirkað av koronasmittuni í løtuni, og tí hevur Fótbóltssamband Føroya tikið avgerð um at útseta flestu dystir í landskappingunum, sum eftir ætlan skuldu verðið spældir hesa vikuna.
Hetta skrivar FSF á heimasíðu sínari, og hetta merkir, at fyribils verða allir dystir, bæði hjá børnum og vaksnum, fram til og við mánadagin 28. september, útsettir. Kappingarnevndin ásetur nýggjar leikdagar.
Hetta er tó ikki galdandi fyri Betri Deildina hjá monnum, har dystirnir verða spældir sum ætlað. Í dag verða tríggir dystir leiktir har:
16.30: TB - NSÍ
19.00: EB/Streymur - HB
Skála -ÍF
Dysturin Víkingur - AB, sum skuldi verða í Sarpugerði í kvøld, er fyribils útsettur. Orsøkin er, at seks leikarar hjá AB, sum ganga á Glasi, eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald