Fótbóltur

Verður møguliga eitt stórt mikukvøld í Sarpugerði

Víkingur kann við yvir 99 prosent vissu fáa triðja føroyameistaraheitið í søgu felagsins í hús við sigri á KÍ í kvøld. Fyrsta bríksl verður klokkan 17.

Geza David Turi og liðfelagirnir kunnu so at siga endaliga fáa føroyameistarasteypið yvirum Norðoyatunnilin aftur. KÍ hevur vunnið trý tey seinastu árini, men í ár hevur Víkingur verið krútsterkt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Geza David Turi og liðfelagirnir kunnu so at siga endaliga fáa føroyameistarasteypið yvirum Norðoyatunnilin aftur. KÍ hevur vunnið trý tey seinastu árini, men í ár hevur Víkingur verið krútsterkt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-25 08:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Útsetti dysturin frá 19. umfari í Betrideildini, sum varð útsettur vegna longda leiktíð hjá KÍ í Bosnia & Hersegovina, verður nú spældur. Talan er um dyst millum tey bæði fremstu liðini, sum eru í gongd við góðar sigursrøðir: KÍ hevur vunnið átta landskappingardystir á rað, meðan Víkingur hevur vunnið heilar 13 slíkar dystir á rað síðani tapið í Klaksvík 12. mai.

Sí eisini: Samanlagt yvir tjúgu sigrar á rað í Betrideildini 

Hetta tapið er tað einasta í teimum seinastu 35 Betrideildardystunum hjá Víkingi. Restina hevur liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen vunnið: 102 stig av teimum seinastu 105 møguligu. Eitt ótrúliga flott tíðarskeið seinastu 15 mánaðirnar, og nú kann eitt gull koma burturúr.

Bygt hevur verið upp til hetta í longri tíð. Við støðugum, hørðum og miðvísum arbeiði í felagnum, hjá venjaranum, nøkrum heilt royndum spælarum og ungum svongum spælarum. Allir partar hava onkursvegna tikið seg fram, og úrslitið sæst.

[object Object]
Jóhan Petur Poulsen hevur verið høvuðsvenjari í fýra ár. Undir honum hevur Víkingur tikið stór fet (Mynd: Jens Kr. Vang)

Víkingur vann steypakappingina í 2022. Hetta var annað árið á rað, at man hevði roynt at runnið eftir einum KÍ-liði, sum tó var ov suverent í landskappingini. Í kappingini um Løgmanssteypið koppaði Víkingur júst KÍ og vann uppiborið 1-0 í finaluni. Í kvøld kann Víkingur so at siga endaliga bróta FM-røðina hjá liðnum norðanfyri.

[object Object][object Object]Ovurfegnir víkingar á Tórsvølli síðst í oktober 2022, tá Løgmanssteypið aftur kom í hús eftir finalusigur á KÍ (Savnsmyndir: Sverri Egholm)

KÍ byrjaði illa í Betrideildini og tapti móti bæði Víkingi og HB í juni. Tó er liðið nú tað einasta, sum kann fáa Víking aftur. Nú bæði liðini hava fimm dystir eftir, er munurin níggju stig. Víkingur hevur eisini ein málmun, sum er 28 mál betri enn KÍ, so hetta telur sum so sum eitt stig: Tað er púra ósannlíkt, at KÍ fær hetta aftur.

Harvið er tað eitt krav hjá Espen Haug og hansara monnum at vinna í kvøld, um bara eitt lítið sindur av spenningi skal vera í til seinastu umføri. 

Um heimaliðið vinnur, so er tað bert formliga, at Víkingur ikki verður føroyameistari í 2024: Um tað eitur tólv stig og umleið 30 mál á muni áðrenn seinastu fýra umførini hjá, so er tað ógjørligt hjá KÍ - sjálvt um tað á pappírinum ber til.

[object Object]
KÍ er einasta liðið, sum hevur vunnið á Víkingi í Betrideildini í 2024 (Mynd: Sverri Egholm)

Í 2016 yvirhálaði Víkingur KÍ seinastu fýra umførini. Í 2017 var Víkingur eisini omaná í FM-stríðnum, og nú kann liðið úr Eysturkommunu gerast føroyameistari fyri triðju ferð í 17-ára søgu felagsins. Tað er helst ikki so, at fýrverk verður skotið í Sarpugerði í kvøld, um heimaliðið vinnur, men man kann í øllum førum byrjað at leggja ætlanir um FM-veitslu.

Lagt er upp til ein tættan dyst, har Víkingur verður skadda Poul Kallsberg fyriuttan. Annars burdu so at siga allir, sum hava spælt nógv á báðum liðunum í ár, verið tøkir. Fyrsta bríksl verður klokkan 17. Til ber at fylgja gongdini á forsíðuni á Portalinum. Televaprið vísir dystin. 

Betrideildin 19. umfar - útsettur dystur frá august
Í daag, mikudagin 25.09 
17.00: Víkingur - KÍ

Støðan í oddinum:
1. Víkingur 63 stig (+55)
2. KÍ 54 stig (+27)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder