Seks lið hava í dag spælt fyri aðru ferð í EM-endaspælinum. Tann fyrsti og tann seinasti endaðu við javnleiki. Annars var tað bert Danmark - Slovenia í fyrsta umfari, sum endaði javnur.
Tað var Albania, sum var greitt omaná í fyrra hálvleiki í Balkan-uppgerðini. Leiðslumálið kom longu eftir tíggju minuttir. Hetta var eftir gott innlegg úr vinstru og flottan stútara frá Qazim Laci. Albanar kundu skora fleiri mál og vístu - eins og móti Italia - at teir veruliga kunnu arga favorittar, sum hava staðið seg heilt væl í stórum kappingum seinastu árini.
Føroyar vóru í bólki saman við Albania í EM-undankappingini í fjør. Í síðsta umfari fingu Føroyar flottan javnleik í Tirana - í dag fekk Albania EM-javnleik. Kroatia tók yvir, sum seinni hálvleikur leið, og skoraði tvær ferðir innan fyri tríggjar minuttir. 2-1, alt vent á høvdið, men albanar fullu ikki í fátt, og Klaus Gjasula javnaði í 95. minutti. Stórt vónbrot hjá Kroatia sum nú helst skal vinna á Italia fyri at koma víðari. Albania, ið vann okkara undanbólk, livir enn í "deyðans bólki". Spania verður tó stórur biti at svøljga í síðsta umfari.
Qazim Laci (nr.14) jagstrar Gunnar Vatnhamar í albanska høvuðsstaðnum í november, har tað endaði málleyst (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Skíggjamynd: portal.fo
Tað endaði eisini við javnleiki í Köln í kvøld. Hetta merkir, at Sveis so gott sum er víðari til áttandapartsfinalurnar, og at Skotland framvegis er á lívi í kappingini.
Skotar reistu seg væl eftir stórtapið fyri Týsklandi. Scott McTominay úr Manchester United fekk meira lív í villu skotsku áskoðarnar eftir bert 12 minuttir. Skotska leiðslan helt tó bert í 13 minuttir - tá javnaði Xerdan Shaqiri. Restina av dystinum var nakað merktur av, at Sveis fekk tvey mál kolldømd fyri rangstøðu eftir VAR-kanning.
Skíggjamynd: portal.fo
Tað er ógvuliga gott fótbóltslag millum heimafjøldina í Týsklandi. Eingin slingur var í valsinum hjá Julian Nagelsmann og hansara monnum, hóast Ungarn bjóðaði av til tíðir í Stuttgart.
Um miðjan fyrra hálvleik sló stórtalentið úr Bayern, Jamal Musiala, aftur til. Hann kann fáa sítt heilt stóra altjóða gjøgnumbrot í endaspælinum. Royndi liðformaðurin Ilkay Gündogan legði upp, og tað var eisini hann, sum økti til endaliga úrslitið 2-0 í 2. hálvleiki. Við enn einum sigri hevur Týskland longu tryggjað sær sæti í næsta umfari.
Mynd: EPA
Støður, úrslit, málskjúttar og annað - við dagføringum - kunnu hvønn dag síggjast ovast á portal.fo og roysni.fo
EM 2024 - 2. umfar í bólkaspælinum
Bólkur A:
1.Týskland 6 stig
2. Sveis 4 stig
3. Skotland 1 stig
4. Ungarn 0 stig
Mikudagin 19. juni (í dag)
Týskland - Ungarn 2-0 (1-0)
Skotland - Sveis 1-1 (1-1)
Bólkur B:
1. Spania 3 stig *
2. Italia 3 stig *
3. Albania 1 stig
4. Kroatia 1 stig
*Ein dyst færri - spæla hósdagin klokkan 20
Mikudagin 19. juni (í dag)
Albania - Kroatia 2-2 (1-0)
Í morgin er aftur ein spenanndi EM-dagur í Týsklandi:
Hósdagin 20. juni (í morgin)
20.00: Italia - Spania
Bólkur C:
1. Ongland 3 stig
2. Danmark 1 stig
3. Slovenia 1 stig
4. Serbia 0 stig
Hósdagin 20. juni (í morgin)
14.00: Slovenia - Serbia
17.00: Danmark - Ongland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald