Annað

Vertirnir skulu dystast við Uruguay um fyrsta pláss

Seinastu dystirnir í bólki A verða leiktir seinnapartin.

Stóri og sterki áleyparin, Artem Dzuba, verður fagnaður eftir sigurin á Egyptalandi. Hann hevur skoraði fyri vertstjóðina í báðum dystunum 
(Mynd: EPA)

Stóri og sterki áleyparin, Artem Dzuba, verður fagnaður eftir sigurin á Egyptalandi. Hann hevur skoraði fyri vertstjóðina í báðum dystunum (Mynd: EPA)

2018-06-25 12:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki sørt, at russiska fólki hevur fingið fótbóltsfepur. Tveir dystir, átta mál ,seks stig og víðari luttøka tryggjað. Mótstøðuliðini hava ikki verið tey allarsterkastu, men tað skerst to ikki burtur, at Russland hevur til tíðir verið vælspælandi, heuvr skora sera góð mál og hevur givið lítið burtur; bert eitt mál ímóti og tað var eitt brotsspark frá Mohammed Salah.

Russiska liðið hevur eisini fingið sína tjóð við sær. Tað verður fylgt sera gjølla við landsliðnum í risastóra landinum, og fagnaðurin aftaná sigurin á Eygptalandið var risastórur. Hetta var bæði á leikvøllinum í St. Pætursborg og úti á gøtunum kring alt Russland.

Tað valdaði eitt ivasemi um liðið hjá Stanislav Cherchesov undan kappingini; bæði runt í í fótbóltsheiminum og í egna landið. Skaðar, vánalig úrlslit í venjingardystum og væntandi profilar á liðnum, vóru m.a við til, at tað als ikki kundi sigast við tryggleika, at Russland allarhelst fór at koma víðari á heimavølli. Hetta hóast eitt gott lutakast. 

Nú er russiska liðið í Samara, har Uruguay er mótstøðuliðið. Tvær ferðir 1-0 er úrtøkan hjá suðuramerikanska liðnum, har stirvið spæl og brendir málmøguleikar hava verið nøkur av eyðkennunum. Men Uruguay ber eisin itað eyðkenni, at verjuparturin er kompaktur, og har verður givið lítið burtur. Atletico Madrid-miverjarnir, Diego Godin og Jose Maria Gimenez, eru sera týdningarmiklir fyri liðið, og russarar fáa seg royndar í dag.

Uruguay og Russland eru víðari undan dystinum. Russland er í løtuni frammanfyri vegna betri málúrttøku. Tað bendir nógv á, at Russland og Uruguay verða paraði saman við Portugal og Spania. Stórliðini liggja væl fyri at koma víðari úr bólki B, ið verður avgjørdur í kvøld. Talan verður harvið allarhelst um eina sera trupla áttandapartsfinalu fyri bæði nummar eitt og tvey í bólki A. Lagt er upp til ein tættan dyst í Samara kl.15.00.

Um somu tíð spæla Egyptaland og Saudi Arabia ein dyst uttan týdning í Volgograd. Saudi Arabia reisti seg nakað ímóti Urguay eftir stórtapið fyri Russlandi í setanardystinum Egyptaland er tó favorittur í dag, har tað verður spennandi, um ein Mohammed Salah fer folda seg út.

Kringvarpið og TV 2 vísa Uruguay - Russland. Saudi Arabia - Egyptaland kann siggjast á donsku rásini TV2 Sport, og annars á TV2 Play.

  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder