Annað

Vertirnir víðari eftir brotssparkskapping

Í 120 minuttir arbeiddu russarar sera hart fyri at halda Spania frá sínum málið. Teir fingu løn fyri stríðið, og Spania er úti.

Liðformaðurin Igor Akinfeev gjørdist stóra hetjan fyri Russland við tveimum bjargingum í brotssparkskappingini
(Mynd: EPA)

Liðformaðurin Igor Akinfeev gjørdist stóra hetjan fyri Russland við tveimum bjargingum í brotssparkskappingini (Mynd: EPA)

2018-07-01 17:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ein útseldur og larmandi Luhzniki leikvøllur, ið var karmur um áttandapartsfinaluna millum vertirnar og heimsmeistaran frá 2010. Dystarmyndin var sum væntað varð áðrenn: Spania hevði bóltin tað allarmesta av tíðini, meðan Russland stóð sera kompakt og vardi, har fokus var á at gera umstøðurnar so truplar sum gjørligar hjá spaniólum, samstundis sum satsað varð uppá deyðbóltar. Hetta konseptið eydnaðist ógvuliga væl hjá Russlandi, ið endaði við at koppa Spania eftir brotssparkskapping.

Spania var favorittur, og tá hugt verður eftir nøvunum á leikarunum, so er tað ikki so løgið. Leikararnir úr Real Madrid, Barcelona, Atletico Madrid og teimum báðum Manchester-feløgunum borga fyri góðsku. Og spaniólar komu eisini á odda tíðliga í dystinum. Tá tíggju minuttir vóru leiktir, fekk Spania eitt fríspark í høgru stutt uttanfyri brotsteigin. Marco Asensio legði bóltin til aftasta øki, har Sergei Ignashevich í tvídysti við Sergio Ramos beindi bóltin í egið mál.  

Spania sat eisini á 1.hálvleiki og restina av dystinum, tó uttan at skapa nakað serligt. Til tað var russiska liðið ov væl skipað, og Spania fekk ikki nóg nógva ferð á sítt spæl, fann ikki pláss ímillum keturnar og rundanum brotsteigin, og kom ongantíð í 1v 1 ella í yvirtal. Tað minti rímiliga nógv um Uruguay – Portugal í gjárkvøldið.

Í løtum í 1.hálvleiki og tíðliga í 2.hálvleiki, fekk Russland fatur á bóltinum eina løtu og skapti onkrar støður. Og fimm minuttir fyri hálvleik fekk Russland brotsspark. Eftir horna úr høgru stútaði stóri Artem Dzuba bóltin ímóti spanska málinum, og bólturin kom í lyfta armin hjá Gerard Pique. Dugnaliga hollendski dómarin, Bjorn Kuipers, var ivaleysur og peikaði á plettin. Og áleyparin, ið vann brotsparkið, var tryggur. 1-1, triðja málið hjá Dzuba í endaspælinum og stórur fagnaður á teimum flestu av teimum gott 80.000 áskoðarunum í Moskva.

Sum dysturin leið var Spania meira og meira á bóltinum; 74 % posseision eftir 90 minuttir. Men dysturin gjørdist longri enn hetta, tí Spania megnaði ikki skapa opnar møguleikar. Vertirnir arbeiddu sera hart, og sum minuttirnir gingu so sást krampi og annað. Í 30 hitstigunum í russiska høvuðsstaðnum, og við dyggum stuðli frá áskoðaraplássinum, stríddi heimaliðið seg til longda leiktíð, ímóti einum sponskum liðið ið bara ikki fann loysnir; hóast innskiftingin av Andrés Iniesta hjálpti eitt sindur.

Í longdu leiktíðini var myndin tann sama: Spania var so at siga allatíðina á bóltin, men leikferðin var lág, og møguleikarnir sera fáir. Leikararnir vóru troyttir, og russarar vildu týðiliga sleppa til brotssparkskapping. Áhugavert var at síggja, at bæði liðini nýttu allar sínar útskiftingar í vanligu leiktíðini, og í longdu leiktíðini kom so útskifting nummar fýra hjá báðum pørtum. Hetta er nýtt í HM-høpi; at ein eyka útskifting er loyvd, tá talan er um longda leiktíð.

Í 2.hálvleiki byrjaði tað at opna seg eitt sindur meira, har Spania kom nærri og tað kom  av álvara lív í á Luhzniki leikvøllinum. Talan var um eitt satt fótbóltsdrama, ið endaði í brotssparkskapping.

Spania legði fyri, og eftir at teir fyrstu fýra leikararnir allir skoraðu, so bjargaði russiski liðformaðurin Igor Akinfeev skotinum frá Koke. Golovin og Cheryshev vóru síðani tryggir fyri Russland, men liðskiparin hjá Spania, Sergio Ramos, helt spaniólum inni. 4-3 til Russland, og so traðkaði Iago Aspas upp. Hann smekkaði til mitt í málið, men Akinfeev bjargaði royndini við beininum, og so var fullkomulig ekstasta í Moskva.

Enn eitt stórt lið úti, meðan vertirnir liva víðari eftir ein stóran innsats. Russland skal spæla fjórðingsfinalu ímóti vinnaranum av Danmark - Kroatia. Tann dysturin byrjar um ein tíma í Nishny Novgorod.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder