Annað

Vertstjóðin skal royna at koma ímillum átta tey bestu

Spania er í favorittleiklutinum í Moskva í dag, men tað er eingin ivi um, at heimaliðið vil veita dygga mótstøðu.

Fjepparar hjá báðum liðunum til reiðar til áttandapartsfinalu í Moskva
(Mynd: EPA)

Fjepparar hjá báðum liðunum til reiðar til áttandapartsfinalu í Moskva (Mynd: EPA)

2018-07-01 13:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein málveistla og Mbappé í hopla í Kazan, eitt sera gott verjukent avrik við displin í Sochi, 10 mál og Messi og Ronaldo úti. Hetta var úrtøkan í HM í gjár, tá Frakland og Uruguay sum fyrstu liðini spældu seg til fjórðingsfinalurnar.  

Russland stendur sum útilið, men tað eru russarar, sum eru vertir og taka ímóti á stóra Luhzniki leikvøllinum í Moskva. Spania er mótstøðuliðið í áttandapartsfinaluni, og tað er eingin ivi um, at heimsmeistarnir frá 2010 eru favorittar.

Russland legði hart út í endaspælinum við at vinna heili 5-0 á Saudi Arabia. Russland fylgdi upp við at spæla seg víðari við 3-1 sigri á Egyptalandi. 3-0 tapið fyri Uruguay var ein strika í rokningini, men vertslandið hevur staðið fyrstu royndina.

Russland skoraði nøkur góð mál í bólkaspælinum. Fyri russarar er tað eitt stórt pluss, at spælskiparin Alan Dzagoev er tøkur aftur. Miðvallarin fekk bara 23 minuttir í setanardystinum; so fekk hann ein skaða í baklærið. 

Spania hevur sæð merkiliga veikt út í verjupartinum í summum støðum. Fimm mál inn, og als ikki nakað imponerandi avrik ímóti Iran ella Marokko ber boð um eitt lið, sum hevur ymiskar trupulleikar. Tað var mikið rumbul í sponsku leguni, tá Julen Lopetegui varð sekkjaður tveir dagar áðrenn fyrsta dystin hjá liðinum í endaspælinum. Fernando Hierro hevur tikið yvir, og nú skla fyrrverandi stórleikarin stýra sínum liðið framvið vertstjóðini.

Miðverjin úr Barcelona, Gerard Pique, er sera ivasamur til dystin í dag. Góði bóltførleikin hjá sponsku leikarunum og hugflogið í álopsstøðu skal verða við til at tryggja liðinum víðari luttøku.

Meting: Spania er favorittur, men tað er ymiskt sum bendir á, at spaniólarnir kunnu fáa ein truplan dyst ímóti einum motiveraðum heimaliðið við áskoðarum, ið liva sera væl við. Tó burdi góðskan á spanska liðnum bera á mál. Vit tippa ein tepran 2-1 sigur til Spania, men tað kann henda nógv í hesari áttandapartsfinaluni 

KVF og TV2 vísa dystin, sum verður bríkslaður í gongd klokkan 15.00. Í kvøld klokkan 19.00 skulu danir royna seg ímóti steerka kroatiska liðinum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder