Fótbóltur

Vestmenningar vunnu í Kollafirði

VÍF vann við tveimum málum og hevur harvið lagt seg á odda í Okkara-deildini.

Filip Jojic skoraði tíggju ferðir í Kollafirði í dag, tá VÍF basti KÍF

Filip Jojic skoraði tíggju ferðir í Kollafirði í dag, tá VÍF basti KÍF

2018-10-13 19:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í Okkara-deildini er leiktur í kvøld. Hann var í Kollafirði, har VÍF og KÍF brustu saman.

Talan var um ein javnan dyst, har VÍF at enda var omaná. Heimaliðið byrjaði annars betri, og vestmenningar høvdu trupult við at skora mál. Tá 17 minuttir vóru leiktir var 6-3 til KÍF. Men við einum ordans endaspurti vann VÍF seg framum áðrenn hálvleik; bæði liðini fingu nógv mál, og tað var 14-12 í steðginum. 

KÍF rann aftaná VÍF allan 2. hálvleik, men tað eydnaðist ongantíð at koma uppá javnt, og útiliðið avgjørdi dystin í seinasta minutti.

Stórskjúttarnir hjá báðum liðunum vóru í hopla: Hans Eli Sigurbjørnsson og Filip Jojic skutu báðir 10 mál.

KÍF - VÍF 26-28 (12-14) 

Støðan í Okkara-deildini:

VÍF 7(4 dystir)
Neistin 6(3 dystir)
Kyndil 4 (4 dystir)
KÍF 3 (5 dystir)
StÍF 2 (3 dystir)
H71 2 (3 dystir)
Team Klaksvík 2 (4 dystir) 

Í morgin klokkan 15.00 spæla Neistin og Kyndil grannauppgerð, og StÍF er á vitjan í Hoyvík. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder