Annað

Vetrar-OL í Beijing: Talið á áskoðarum verður avmarkað

OL í Tokyo verður brúkt sum fyrimynd, og tí sleppa bert áskoðarar úr Kina at hyggja eftir vetrar-OL.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-13 18:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 4. til 20. februar næsta ár verður vetrar-OL í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing, og eins og OL í Tokyo í summar verður tað avmarkað vegna koronu.

Kinesiskir miðlar boða frá, at bert 20 prosent av áskoðaraplássunum verða tøk.

Í mun til fólkatalið hevur Kina skrásett rættiligar fáar smittutilburðir, men orskað av nul-strategiini hjá Kina, tekur mann nógv stig fyri at minka um smittuvandan – eitt nú strangar afturlatingar og hópkanning.

Umframt at talið á áskoðarum verður avmarkað, vera tað eisini bert áskoðarar úr Kina, sum fáa atgongd. OL í Tokyo verður brúkt sum fyrimynd. Har fingu útlendskir áskoðarar heldur ikki atgongd.

Teir uml. 2.900 ítróttafólkini, sum luttaka í vetrar-OL í februar skulu vera liðugt koppsettir fyri koronu ella vera 21 dagar í sóttarhaldi við komu. Umframt hetta skulu tey kannast dagliga, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder